Djóraverndarfelagið, Sóley Haraldsen
Vit vilja við hesum skrivi upplýsa øllumum hvussu arbeiðsøki hjá aktingarmanninum í Tórshavnar Kommunu er :
1. Blívur hundur upptikin av aktingarmanninum er arbeiðsgongdin hendan :
Um hundurin hevur hundatekin við navnið og tlf ella chips, blívur eigarin uppringdur um at koma og avheintað hundin á politistøðini. Fyri at fáa hundin útflýggjaðan skal eigarin gjalda 300 kr.
Útflýggjan av hundum fer fram á politistøðini kl 9 00 og kl 16 00 seinnapart gerandisdagar.
Um hundurin ikki verður heintaður til avtalaða tíð, kann aktingarmaðurin geva nýggja tíð, fyri meirikostnað fyri eigaran.
Hevur hundurin ikki spjaldur ella chips verður hundurin havdur í varðveitslu í 3 dagar. Vistarhaldið fyri samdøgrið er 125 kr. Eisini verður lýst um hundin, har upplýsningar um slag stødd og farvu eru. Talvan har lýst verður á hongur á býráðshúsinum í gongugøtuni, og verður nevnd svarta talva.
Er hundur burturblivin skal eigarin ringja til politistøðini, teir liggja inni við øllum upplýsingum um hundurin er upptikin.
2. Fyri kettur, gæs, høsn og onnur smádýr, er sama mannagongd, men tó verður dýrið haft í varveitslu í 8 døgn. Upptøkugjald er 125 kr. vistarhald er 35 krfyri samdøgrið.
Sera sera umráðandi er, at fáa kettur chips merktar, tá erfaring vísur at hálsbond oftani detta av, og tískil hevur aktingarmaðurin ongan møguleika fyri at síggja hvør eigur kettuna.
3. Seyður, verður eisini lýst í 8 dagar. Upptøkugjald er 125 kr. Vistarhald fyri hvørt nýkomið samdøgur, tey fyrstu 6 samdøgrini er 60 kr og síðan 35 kr. Seyður verður útflýggjaður á varveitslustaðnum.
4. Ross og onnur stórdýr, útflýggingargjald 600 kr. Fóður fyri hvørt nýkomið samdøgur dýrið er í varveitslu (uttandura) 125 kr.
Aktingarmaðurin og politiði taka støðu til um yvamál eru t.d. viðvíkjandi tali av djórum og varveitslutíð.