Uppgangurin breyt 8 smoltkør

Tað var illveður seinasta vikuskifti. Kavin fall og stormurin leikaði harðliga. Leygarkvøldið var uppgangurin við Gjógv so nógvur, at smoltstøðin í bygdini fekk stóran skaða, tá ein brotasjógvur breyt 8 kør

Smoltstøðin hjá Gjáarsmolt fekk ein dyggan smeit seinasta vikuskifti.

Tað var illveður við Gjógv, eins í restini av landinum, og uppgangurin var nógvur.

So nógvur, at brimið kom heilt niðan til smoltstøðina, sum liggur nakað niðan frá sjóvarmálanum.

Teir vóru fyrireikaðir til møguligan uppgang, og høvdu tí stoypt ein kant uppfyri, so at onki skuldi henda.

Men tað var ikki nóg mikið. Seinnapartin leygardagin var eitt brot, sum tók ein stein úr fjørðuni og slongdi hann niður yvir eitt av kørunum, so lokið brotnaði.

Tað hendi ikki meira tá, og út á kvøldið minkaði brimið nakað.

Men tá klokkan var 23.45 leygarkvøldið, fór alarmurin á smoltsøðini í gongd. Tá fólk kom á staðið vísti tað seg, at eitt stórt brot hevði gjørt um seg.

Øll tey niðastu átta kørini høvdu fingið skaða, summi størri, onnur minni.

Eisini kom skaði á vatnleiðingina. Tað gjørdi, at vatnið rann vekk.. Tað var hetta sum gjørdi at alarmskipanin fór í gongd.


Helmingurin burtur

Tað vóru umleið 110.000 laksasmolt í kørunum og umleið helvtin er burtur.

Av tí at smoltsøðin liggur mitt í bygdini, so var fólk á staðnum beinanvegin.

Vatnleiðingin var jú farin, og hana fingu tey bøtt uppá beinanvegin, soleiðis, at ikki alt smoltið fór fyri skeytið.

Smoltstøðin er væl tryggjað, og tí er missurin hjá støðini avmarkaður.

Fólk frá Sjóvátrygging, sum hevur tryggjað fiskin, vóru í Gjógv sunnudagin og kannaðu skaðan.

Fyri við vissu at vita hvussu nógv smolt er farið fyri skeytið, fóru menn at telja upp tað sum eftir var.

Henda uppteljing er ikki liðug enn, men í Gjógv roknað teir við at minni enn helmingurin er eftir.

Smoltstøðin fær missin av smoltinum endurgoldnan frá Sjóvátrygging, men fyri keyparan er skaðin størri.

Støðin kann nú ikki lata keyparanum tað smoltið hann hevur biðið um, og av tí at ov lítið smolt er til, hevur keyparin ikki møguleika at útvega sær smoltið aðrastaðni frá.


Ongin trygging

móti brimi

Men er fiskurin tryggjaður, so er verri við kørunum. Bygningurin og útgerðin er tryggjað hjá Brunatrygging, men teir gjørdu vart við, at Gjáarsmolt ikki fær endurgjald fyri kørini.

Og tað kemur illa við.

Eitt kar kostar 25.000 krónur og skulu øll átta kørini skiftast út, so kostar hetta 200.000 krónur. Afturat hesi upphædd skal leggjast kostnaðurin fyri uppseting.

Tó sigur Sofus Johannesen, nevndarformaður í Gjáarsmolt, at hann væntar at teir sleppa heldur bíligari, tí okkurt av kørunum kann umvælast, heldur enn skiftast út. Men fíggjarligið smeiturin er stórur fyri tað.

Hann heldur samstundis, at tað er løgið, at teir ikki kunnu fáa endurgjald fyri henda skaðan.

Vit hava tí spurt Gunnar í Liða, stjóra á Føroya Brunatrygging, um hvussu tað ber til, at Gjáarsmolt ikki kann fáa endurgjald fyri skaðan, og hann sigur:

? Hetta er ikki nakað serføroyskt fyribrygdi. Í Vesturjútlandi eru ofta flóðaldur, og har kanst tú ikki tryggja teg ímóti teimum. Teir hava ístaðin ein almennan grunn, sum tryggjar í tílíkum førum.

? Tað er einaferð so, at tú kanst ikki tryggjað eina fyritøku, sum liggur á einum serliga útsettum stað. Kann ein roknað við skaðabrimi, tá ávísar veðurligar treytir eru uppfyltar, so ber ikki til at tryggja seg móti tí. Tá má ein bera vandan sjálvur.

Hevði tað verið møguligt, at gjørt eina trygging móti brimskaða?

? Tað hevði tað, men kostnaðurin fyri tryggingina hevði verið so høgur, at eg ivist í, um tað hevði loyst seg fyri kundan. Eg rokni við, at tað tá hevði verði skilabetri, um, eitt nú virkini, gjørdu ein grunn sjálvi.

Hetta kann tó tykjast løgið, tá hugsað verður um, at tú hjá Brunatrygging kann tryggjað teg ímóti omanlopi.

? Tað kann ikki samanlíknast. Omanlop kann raka øll og ikki bert onkran einstakan, sigur Gunnar í Liða

Ein møguleiki hevði so verið, at gjørt ein grunn, eins og í Danmark. Vit hava vent okkum til vinnumálastýrið við hesum spurninginum, men av tí at ábyrgdarpersónurin í stýrinum ikki var tøkur, hava vit ikki fingið svar haðani enn.