Men boðskapurin um, at ein avtala er beint fyri framman, er ikki nýggjur.
Faktiskt hevur Trump sagt tað 37 ferðir undir krígnum við Iran, vísir ein uppgerð, sum amerikanski miðilin CNN hevur gjørt.
– Hetta er týðiliga ikki ein pástandur, sum fólk longur eiga at taka í álvara, skrivar CNN í einari greining í sambandi við uppgerðina.
Fyri tveimum mánaðum síðani gjørdu USA og Iran eina avtalu um vápnahvíld.
Í tí sambandi – 7. apríl – segði Trump, at partarnir vóru nær við eina avtalu, sum skuldi fáa endaligan enda á krígnum. Sambært forsetanum høvdu Iran og USA tá tørv á tveimum vikum fyri at fáa avtaluna “liðugt gjørda og framda”.
Sum kunnugt hendi tað ikki.
Sama pástand hevur hann síðani endurtikið fleiri ferðir.
Í nátt segði amerikanski forsetin so aftur, at USA og Iran eru nær við at semjast um ein endaligan enda á krígnum.
– Vit eru í endaligu fasuni av tí, sum verður ein sera, sera góð avtala, og sum á ongan hátt fer at loyva kjarnorkuvápnum, segði Trump sambært CNN við fjølmiðlar eftir at hava verið til finaluna í NBA-deildini í New York.
Undir vápnahvíldini, sum hevur steðgað størsta partinum av amerikonsku og iransku álopunum, hevur USA sett í verk eina blokadu móti iranskum havnum.
Blokadan hevur ført til fleiri amerikonsk álop á skip, sum sambært USA annaðhvørt eru komin frá ella á veg til iranskar havnir.
Ísrael og Iran hava eisini steðgað flestu álopunum móti hvørjum øðrum, men í gjár lupu londini kortini á hvørt annað.
Iran framdi missilálop móti Ísrael, sum sambært iransku myndugleikunum var eitt svar upp á framhaldandi ísraelsk álop móti Hizbollah-rørsluni í Libanon.
Hizbollah er sameind við og stuðlað av Iran.
Í gjár segði Trump við amerikanska miðilin Axios, at hann hevði ávarað ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu, ímóti at taka kríggið uppaftur móti Iran.
– Eg segði: Bibi, tú eigur at vera varin, tí annars verður tú skjótt latin einsamallur eftir, segði Trump.











