Upphavsmaðurin at Muhammed-kreppuni til Føroya

Hann tók stig til at prenta 12 tekningar av pro­feti­num Muhammed í Jyllands­posti­num í 2005, sum elvdu til stór­­ar mót­­mælis­­gongur, bren­­n­andi sendi­stovur, hand­ils­­boy­kott og yvir­gangs­æt­lan­ir ímóti Dan­mark. Frígg­ja­­kvøld­ið 6. september held­ur Flemm­­ing Rose fyri­lest­­ur í Norð­ur­landa­húsinum.

Tá mentanarredaktørurin á Jyllandspostinum, Flemm­ing Rose, setti seg við knappaborðið ein seinna­part í september 2005, gá­aði hann ikki um, hvat var honum og Danmark í væntu. Nakrar mánaðir seinni varð Dan­mark tveitt út í eina globala kreppu, sum ikki hevði sæð sín líka síðan seinna ver­ald­ar­bar­daga.
Tólv tekningar av pro­feti­num Muhammed elvdu til, at danskar sendistovur vórðu brendar í grund. Handils­bannið ímóti donskum vørum kostaði danska vinnulívinum tíggjutals milliardir. Danir vórðu bidnir um at rýma úr muslimska heiminum. Dan­mark gjørdist mál hjá yvir­gangs­felagsskapum. Og fregnart­ænastur hava síðani av­dúkað álop, sum skuldu fremjast á Jyllandspostin og Flemm­ing Rose persónliga.
Sjálvur gjørdist Rose mið­depilin í einum globalum kjaki um framsøgufrælsi, tol­­semi, fólkaræði, blas­femi, multi­kultura­lismu, inte­gra­tión og minni­luta­verju. Kritikarar hildu, at tekn­ingarnar hjá Jyllands­postinum vóru eitt óneyðugt, ábyrgd­ar­leyst og intolerant álop á ein trýstan minniluta, men Rose vardi sína søk á BBC, CNN, Al-Jazeera og øðrum altjóða miðlum við teirri grundgeving, at rætt­ur­in til at hugsa, tekna og tala frítt er undir trýsti í dagsins Ev­ropa. Síðani hevur hann áhald­andi verið hóttur eftir lívi­num og hevur havt tørv á verju.
Við útgangsstøði í bókini ”Tavshedens Tyranni” frá 2011 fer Flemming Rose at viðgera nakrar av teimum mest aktu­ellu spurningunum, sum heimurin og Evropa stan­da yvir fyri í 21. øld. Heini í Skorini skipar fyri til­taki­num, sum ber heitið “Tøgnin, talufrælsið og tær for­bannaðu tekningarnar”. M.a. verða hesir spurningar við­gjørdir:
• Nær eru orð vandamikil?
• Skal átrúnaður verjast ímóti atfinningum?
• Er framsøgufrælsið hótt í Evropa?
• Er heimurin broyttur, síðani Flemming Rose valdi at prenta tær tólv tekningarnar av profetinum Muhammed í Jyllandspostinum í 2005?
• Hvussu er tað at liva við deyðshóttanum?
• Hvussu skulu vit liva saman í einum multikulturellum heimi?
• Og hvussu sær Evropa út um 20 ár?
Høvið verður eisini at seta spurningar undir tiltakinum, sum verður fríggjakvøldið 6. september kl. 20 í Norður­landa­húsinum.