Upphavsrætturin komin á føroyskar hendur

1. januar í kom máls­økið »upp­havs­rættur« kom á føroyskar hend­ur. Í hesum sam­bandi hevur Menta­málaráðið sent út kunningarskriv

Tíðindaskriv


Upphavsrættur varð 1. januar 2010 føroyskt máls­øki, og Mentamálaráðið heitir á øll áhugað um at vera við til at endurskoða verandi skipan, nú føroysk lóggáva skal gerast á øk­inum. Galdandi danska lógin um upphavsrætt verð­ur verandi í gildi, til nýggj løgtingslóg um upphavsrætt verður sett ístaðin.
Lógin um upphavsrætt tryggjar rithøvundum og listafólkum lógarfest einka­rættindi til vard verk ella framleiðslur. Lógin hevur ásetingar um nýtslu av vardu verkunum og ásetir eisini t.d., at rættinda­hav­ararnir hava rætt til sam­sýning fyri nýtslu av verk­unum. Vanligt er, at rætt­indahavarar skipa seg í felagsskapum, ið varða av rættindunum teirra vegna.
Mentamálaráðið fær ábyrgd av nýggja málsøkin­um og vil nýta høvi at endurskoða alla skipanina við innkrevjing av gjøldum, sum verða kravd sambært lógini og at tryggja gjøg­num­skygni við skipanini.
- Mentamálaráðið ger í løt­uni uppskot til broytingar í verandi lóg (Anordning nr. 1003 frá 11. december 2001 om ikrafttræden for Færøerne af lov om op­­havsret), soleiðis, at hon skjótast til ber verður lag­að til føroysk viðurskifti.
• føroysk loysn í mun til møgulig trætumál.
• kravd lógarbroyting til tess at liva upp til altjóða sáttmála á økinum.

- Arbeitt verður við at gera uppskot til eina nýggja løg­tingslóg um upphavs­rætt.
• allir áhugabólkar fáa høvi at gera viðmerkingar.
• ætlanin er, at felagsskapir, rættindahavarar og brúk­arar skulu vera við í hoyr­ingarbólkum, sum skulu hava fundir um ávís evni, sum lóggávan fevnir um.

Hóast upphavsrætturin er skipaður við lóg, eru tað rættindahavararnir, sum gera av, hvussu virksemið við innkrevjing og útgjaldi av gjøldum skal vera. Eftir yvirtøkuna skal Menta­mála­ráðið tryggja eftirlit og gjøgnumskygni við virk­semi­num hjá fyrisitingarligu felagsskapunum, ið virka á føroyska marknaðinum. Higartil hava donsku fe­­lags­skapirnir Koda og Gra­mex í Danmark virkað á føroyska marknaðinum við loyvi frá danska menta­mála­ráðnum. Koda umboð­ar tónaskøld, sangskrivarar, teksthøvundar og tón­leika­forløg. Gramex umboðar sangarar, tónleikarar og plátufeløg.
Mentamálaráðið hevur gjørt av at geva Koda og Gramex tíðaravmarkaða góðkenning galdandi frá 1. januar 2010 til 31. desember 2010.
Felagið Fjølrit er felag fyri føroyskar rættinda­hav­arar til listaverk og onnur hugverk. Fjølrit virkar fyri áhugamálum hjá rættinda­havarum og umsitur pen­ing­in, sum kemur inn fyri nýtslu av vardum lista­verk­um. Fjølrit, sum umboðar ein týðandi part av før­oyskum rættindahavarum á økinum, hevur í dag heimild í lógini at samráðast og gera sáttmálar um loyvi til at fjølrita verk hjá lim­unum.

Mentamálaráðið ætlar:
• at Fjølrit, sum umboð fyri ein týðandi part av rættindahavarunum, skal hava góðkenning frá lands­­stýrismanninum frá 1. januar 2011 at rokna. Hetta verður gjørt fyri, at Mentamálaráðið kann hava eftirlit við virksem­inum, og harvið verður hetta rættindaøkið eisini javnsett tónleikaøkinum.

• at heita á felagsskapir og rættindahavarar sum heild at umhugsa, hvørt tað eisini eftir 31. de­­sember 2010 skulu vera Koda og Gramex, sum umsita teirra rættindi.

• at heita á rættinda­hav­ararnar at umhugsa, hvørt tað eisini eftir 31. de­­sember 2010 skal vera Fjølrit, sum umsitur teirra rættindi.

Hevur tú ella tann felags­skapur, tú ert limur í, áhuga í at luttaka í arbeiðinum at smíða nýggju lógina um upphavsrætt og vera við til at endurskoða verandi skip­anir, kanst tú vinarliga senda teldupost til [email protected] ella skriva til Menta­málaráðið.
Mentamálaráðið vónar, at rættindahavarar á øllum rættindaøkjum fara at nýta høvi at taka lut í hesum end­urskoðanararbeiði, so­­leiðis at upphavsrætturin kemur at virka á øllum rætt­indaøkjum.