Áðrenn endabrakið í Formula kappingini leygardagin kl.. 15, verður sum vænt upphiting í Glitni, men nú talan er um endabrak millum bæði havnarliðini, verður gjørt eitt sindur eykað burturúr.
Glitnir lata dyrnar upp kl. 13.00. tá verður turr grind, spik og epli á skránni saman við úrvalinum barrvørðurin annars hevur at bjóða. Kl. 14.30 stendur bussurin klárur uttanfyri og koyrir væl upphitaðu áskoðararnar, tað verið seg HBarar, B36arar ella uttanveltaði ókeypis niðan í Gundadal.