Uppi í Hoyvík verða fólk førd langt aftur í tíðina

Tað var so stúgvandi fult av fólki fyrsta dagin tað livandi savnið í Hoyvík var opið. Endamálið er at vísa fólkið ein part av gerandisdegnum hjá gamla føroyinginum

Gerandisdagurin hjá tí gamla føroyinginum var merktur av stríði og strevi.

Hvør dagur mátti brúkast til fulnar, skuldu teir gomlu yvirliva.

Ikki minst var tað drúgført arbeiði at útvega sær klæðir uppá kroppin og amboð arbeiða við.

Og tað var neyðugt at brúka tað tilfarið, sum náttúran gav, ull, húðir, bein, skinn, horn, rekavið o.a..

Hjá nútíðarfólki, sum keypa alt, sum tey hava brúk fyri, og tveita alt burtur, sum er brúkt og slitið, kann tað mangan vera trupult at ímynda sær, hvussu stórur partur av gerandisdegnum hjá teimum gomlu í veruleikanum fór bara til at útvega sær tað allarmest neyðuga til lívsins uppihald.

Men í summar ber til at fara niðan til Hoyvíkar tvær ferðir um vikuna, at fáa eina hóming av, hvussu tey gomlu búleikaðust.

Har verður tú førdur langt aftur í tíðina so tú sært ein part av tí, sum ein vanligur dagur kravdi av fólki.

Tað eru Fornminnissavnið og Heimavirkisfelagið, sum í felag hava tikið stig til at gera eitt livandi fornminnissavn í Hoyvík.

Tað er gamli Hoyvíksgarðurin, sum er tikin í brúk til endamálið.

Har ber til hjá ferðafólki, og føroyingum, at fara niðan at síggja fólk arbeiða og virka vørur og amboð burturúr tí tilfari, tey gomlu høvdu við hondina.

Tiltakið verður hvønn týsdag ímillum klokkan 14 og 17 og hvønn leygardag ímillum klokkan 14 og 18 í alt summar til 15. august.


Alskyns handaligt arbeiði

Á hesum livandi savninum fara fólk at sita og virka alskyns lutir, sum tey gomlu gjørdu fyrr.

Har fara fólk at virka pløgg, amboð o.a. burturúr ull, horni, viði o.s.fr.

Fólk fara at mýkja roð og at seyma rotuskógvar burturúr. Tey fara at tóltra og bregda bond. og tey ara at binda, veva og karða. Og tey fara at skera úr træi.


Gamalt tiltak, nýggir karmar

Torgerð Mørkøra, sum er formaður í Heimavirkisfelagnum, sigur, at tað er onki nýtt, at vit vísa ferðafólki, hvussu vit virka pløgg, lutir og amboð burturúr teirri rávøru, sum landið gevur.

­ Tað gjørdu vit á føroyakvøldunum í Norðurlandahúsinum.

­ Men síðani føroyakvøldini hildu uppat hevur verið sóknast eftir øðrum møguleikum.

­ Og fyri 14 døgum síðani fingu vit at vita, at vit kundu vera uppi í útisavninum, sum ætlanin er at gera uppi á gamla Hoyvíksgarðinum.

Heimavirkisfelagið tók av.

Og fyrstu ferð, fólk sótu uppi á garðinum og virkaðu pløgg o.a. burturúr ymsum tilfari var leygardagin

Torgerð Mørkøre sigur, at tað var stúgandi fult av fólki og hugdi at.

Endamálið er sum sagt at vísa ferðafólki, og øðrum áhugaðum, hvussu føroyingar hava virkað pløgg, og gjørt amboð og ymsar lutir burturúr føroyskum tilfari.

Opið er sum sagt tveir seinnapartar um vikuna, týsdag og leygardag.

­Ætlanin er at binda og karða hvørja ferð.

­ Men samstundis er ætlanin at hava okkurt meiri serstakt afturat hvørja ferð.

Tað eru limir í Heimavirkisfelagnum, sum sita og arbeiða.

Ætlanin er so at fólk kunnu keypa heimavirkaðar lutir, umframt kaffi og kakur.

Leygardagin sat Mikala Mcdonald og bant, Nigro Hermansen gjørdi ein fjallstav og Joanna Bjarnastein spann, Jenny Simonsen gjørdi hosubond og Helma Frýdal nappaði.

Tá vóru børn úr dansifelagnum í Havn og dansaðu.

Í gjár sat Martin Tórgarð og skar úr træi. Kára Mikkelsen sat og bant og Ninna ? úr Kvívík gjørdi hosubond.

Leygardagin er m.a. ætlanin at børn úr Hesti kom á savnið at bregda bond.


Útisavn

Ætlanin er sum frálíður at gera tann gamla garðin til eitt útisavn at vísa fólki, hvussu ein gamal, føroyskur garður sá út við dýrum og ymsari útgerð.

Fyribils eru dunnurnar komnar, men ætlanin er eisini at fáa hønur, seyð, hest og neyt á garðin.

Sostatt er tað livandi savnið komi í sítt rætta umhvørvið.

Ein skrá er løgd fyri tað livandi savnið og hon fæst har, sum slíkir upplýsingar eru at fáa.

Atgongumerkini kosta 20 krónur: Men tað er galdandi til bæði fornminnissøvnini, báði tað livandi savnið á Hoyvíksgarðinum og Fornminnissavnið í Brekkutúni í Hoyvík.