- Uppiborið um ÍF verður meistari

Tað sigur Egil á Bø, eftir at ÍF í dag yvirhálaði EB/Streym, og hevur lagt seg á odda í Effodeildini nú bara trý umfør eru eftir.

 

Egil á Bø ásannar, at ÍF hevur spælt væl í seinastuni og vinna teir tríggjar teir seinastu dystirnar, og harvið meistaraheitið, so er tað eisini uppiborið.

 

Hjalgrím Elttør, liðskipari hjá KÍ fegnast um gongdina hjá KÍ higartil í ár og vónar at teir kunnu fáa eitt bronsu heiðursmerki um hálsin, tá kappingini endar.

 

Dysturin millum EB/Streym og KÍ endaði við 1-1 javnleiki. Arnbjørn Hansen legði EB/Streym á odda, meðan Andy Olsen javnaði fyri gestirnar.

 

Rás2 tosaði við Egil á Bø og Hjalgrím Elttør eftir dystin í 3. Hálvleiki. Hoyr samrøðuna her.