Skála sær út til at endurtaka góðu gongdina í kommunalu grannauppgerðini móti NSÍ.
Í dag vann Skála uppiborið 2-0 á NSÍ á heimavølli. Bæði málini komu í fyrra hálvleiki.
Jóannes Hansen tók soleiðis samanum á in.fo fyrr í kvøld:
- Í báðum førum var uppspælið í høgru. Í fyrra førinum var tað vongverjin Ari Olsen, sum legði innfyri, og tá var tað miðvallarin og liðformaðurin Pætur Dam Jacobsen, sum skoraði. Í seinna førinum var tað Jákup Johansen, sum skoraði. Hann var í dag fremsti maður, nú Søren B. Nielsen var skaddur. Í hesum førinum var tað framrættaði síðuspælarin í høgru, Edvin Jakobsen, sum átti uppleggið. Sum seinni hálvleikur leið royndi NSÍ at trýsta meiri. Men tað var ikki fyrrenn tað restaði ein minuttir, at tað var heilt vandamikið. Pól Jóhannus Justinussen, sum síðsta hálva tíman var í álopinum, royndi seg úr stuttari fjarstøðu, og Pætur Dam Jakobsen bjargaði á málstrikuni.
Aftaná dystin prátaði Petur Asbjørn Lervig við ein fegin høvuðsvenjara hjá Skála, Eyðun Klakstein, ið kundi fegnast um eitt framúr gott avrik, har serliga verjuparturin stóð sterkur í myndini.
Petur Asbjørn Lervig prátaði eisini við hjálparvenjaran hjá NSÍ, Trygva Mortensen sum staðfesti, at Skála vann ein ruddiliga uppibornan sigur. Talan var um ein minni góðan dag hjá NSÍ, ið fer at stríðast fyri at koma uppaftur á tann tiltikna hestin.
Skála fekk ferðasteyp frá Runavíkar kommunu fyri at vinna dystin í dag.
HER ber til at hoyra samrøðurnar Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Eyðun Klakstein og Trygva Mortensen.