Uppiborin stórsteypasigur til HB

HB vildi meira enn EB/Streymur í stórsteypadystinum, og vann uppiborið 3-1 á greipuvinnarunum úr Sundalagnum, sum eisini taptu stórsteypadystin í fjør

Í gjár skipaðu Lions Club Føroyar og Fótbóltssamband Føroya fyri stórsteypadysti millum greipuvinnarnar úr EB/Streymi og silvurvinnarnar úr HB. Fyri Lions Club Føroyar gjørdist talan um ein rættiligan góðan dag. Áskoðarainntøkurnar frá dystinum vóru 32.822 krónur, og oman á tað leggur Lions Club so tað, sum restar í til tær 50.000 krónurnar, ið fara óskerdar til ungdómsdeildina hjá Føroya Barnaheimi.

Stórsteypadystirnir hava hinvegin ikki higartil verið tann stóra eydnan hjá EB/Streymi. Í fjør gjørdist talan um 0-4 tap ímóti NSÍ, men í tí stóru myndini bilaði tað ikki so nógv, tá saman um kom. Í ár gjørdist so talan um ein 1-3 ósigur ímóti HB.

HB byrjaði dystin betur, og longu tá fimm minuttir vóru farnir, hevði Andrew av Fløtum eina næska roynd, sum fór beint við síðuna av. Síðani gekk ein long løta, áðrenn aftur ein líkinda málmøguleiki var í dystinum, tá Jóhan Eivind Restorff Mouritsen hevði ein stóran málmøguleika, sum René bjargaði meistarliga.

Stutt eftir var bólturin lyftur inn í brotsteigin, har Hans á Lag frá stuttari frástøðu kundi beina bóltin í netið til 1-0. HB hevði gott tamarhald á støðuni, og ikki fyrr enn 38 minuttir vóru farnir, hevði EB/Streymur sín fyrsta veruliga málmøguleika, men skotið hjá Gudmundi Nielsen sat dygst uttan fyri stongina.

 

Gott avrik hjá Pálli

HB var hevði eisini fleiri málmøguleikar, og betri tamarhald á støðuni, enn EB/Streymur í seinna hálvleiki, og vóru ikki nógv meira enn tveir minuttir spældir, tá Páll M. Joensen framdi eitt rimmar avrik, tá hann var sendur avstað ímóti brotsteiginum hjá EB/Streymi.

Verjuspælarnir hjá EB/Streymi royndu at vinna bóltin frá Pálli, men Páll megnaði at koma sær undan teimum. Við brotsteigarmarkið kom René Tórgarð út ímóti Pálli, men Páll tók elegant og lobbaði bóltin upp um René til 2-0 til HB.

Løtu seinni hevði HB ein dupultan málmøguleika, tá fyrst liðskiparin, Fróði Benjaminsen, skallaði bóltin á yvirleggjarin og síðani ein annar av HB-arunum smekkaði til ímóti málinum. Men René bjargaði aftur meistarliga.

 

Lív í ímóti endanum

Eftir hetta hendi ikki tað stóra, men ímóti endanum raknaðu liðini við aftur. EB/Streymur vann sær seks minuttir fyri tíð eitt hornaspark, sum var sent væl innfyri. Har tók Brian Olsen og vríggjaði bóltin við fótinum í HB-málið til 1-2. Eitt sera vakurt mál, sum fekk sundalagsfólk at ressast eitt sindur.

Men tveir minuttir seinni hevur HB aftur ein duppultan málmøguleika. Fyrst megnaði Marni Djurhuus at rudda bóltin burtur á málstrikuni, men út í hitt borðið, har Rógvi Poulsen í einum høgum boga sendi framvið mongu spælarunum í brotsteiginum – og málverjanum, René Tórgarð.

Nú var 3-1 til HB, sum sostatt vann ein fult uppibornan sigur, um ein skal meta hann í mun til samlaða talið av málmøguleikum, og hugburðin á vøllinum. Men hópurin hjá EB/Streymi eigur nógv gott í sær, og tað fer uttan iva at vísa seg í komandi landskappingardystunum.

 

Einki Atlantssteyp

Eftir dystin segði forsetin hjá Fótbóltssambandi Føroya, Høgni í Stórustovu, báðum liðum nøkur eggjandi orð, og í einari rættiligari skjótari vending vórðu heiðursmerki handað spælarunum á báðum liðum. Og í næstu løtuni fekk Fróði Benjaminsen Lions-steypið handað, meðan hann enn hevði eitt tjúgutal av heiðurskrónum um hálsin…

Talan er um tað triðstørsta heitið, ið vinnast kann í føroyskum fótbólti. EB/Streymur fær tíverri í ár ikki møguleikan at spæla ímóti íslendsku meistarunum, FH. Harmiligt, tí tað er – eins og stórsteypadysturin – ein siður, ein eigur at halda fast við. Fyri EB/Streym hevði dysturin um Atlantssteypið eisini verið ein góð roynd, nú liðið á fyrsta sinni skal royna seg í undankappingini til Champions League.