Í fjør fingu 234 føroyingar staðfest Krabbamein.
Hetta eru 29 fleiri tilburðir enn í 2011, vísir ein uppgerð hjá Krabbameinsfelagnum.
Tó skal viðmerkjast, at tølini fyri í fjør eru ikki heilt endalig og skulu tískil takast við eitt sindur av fyrivarni.
Jákup N. Olsen, sum hevur verið formaður í Krabbameinsfelagnum síðani 1992, sigur kortini, at tað ber ikki til at koma til nakrar ávísar niðurstøður um gongdin í krabbameini í Føroyum, hóast tølini í fjør eru vaksin.
- Vit eru eitt lítið land og tískil er rættiliga stórur munur á, hvussu nógv fáa staðfest krabbamein frá árið til ár.
- Vit skulu hava tøl fyri eini fimm ár, áðrenn vit kunnu siga nakað ávíst um, hvønn veg tað gongur, sigur hann.
Men hesi seinastu árini vísa tølini, at sum heild fáa gott 200 føroyingar staðfest krabbamein um árið.
Tað er ikki yvir at dylja, at krabbamein er ein álvarslig sjúka, men í takt við at sjúkan mangan verður staðfest tíðliga og viðgerðirnar alsamt batnað, eru tað fleiri og fleiri, sum verða lekt.
- Hjá umleið helvtini av teimum, sum fáa krabbamein, gongur viðgerðin so mikið væl, at tey verð lekt, sigur Jákup N. Olsen.
Í krabbameinsfelagnum eru einir 1300 limir.
- Hóast tað bæði eru mannfólk og konufólk, sum eru limir í Krabbameinsfelagnum, er tað nógv mest konufólk, sum seta seg í samband við felagið at leita sær ráðgeving og hjálp og sum brúka tey tilboð, felagið hevur.
- Minst 70% av teimum, sum venda sær til felagið, eru konufólk. Og tá ið mannfólk leitar sær til felagið, eru tað ofta konan, sum ringir fyri teir.
Men Jákup N. Olsen sigur, at hetta er rákið er spakiliga við at venda og gongur nú tann vegin, at fleiri og fleiri mannfólk taka samband upp við felagið, tá ið brúk er fyri tí.
Hann dugir ikki at siga, hví støðan er so, men hann heldur at lyndið í mannfólki er, at teir eru yvirhøvur trekir at leita sær til lækna og at søkja sær hjálp.
- Hetta er ikki eitt serføroyskt fyribrigdi, tí støðan er tann sama í øðrum londum.
Nógv fleiri
Verður hugt eftir nýggjastu hagtølunum yvir krabbamein í Føroyum, leypir serliga í eyguni, at talið á teimum, sum fáa krabbamein í bløðruhálskertlinum, prostata.
Í 1995 vórðu 11 tilburðir skrásettir við krabbameini í bløðruhálskertlinum, men sum talvan vísir, er tað vaksið nógv hesi seinastu árini, heilt upp í 44 tilburðir í 2009 og 41 tilburðir í fjør.
Formaðurin í Krabbameinsfelagnum heldur, at tað er ilt at siga, hví tilburðirnir eru vaksnir so nógv í tali.
- Hetta er eitt slag av krabbameini, sum ein kann ganga við í áravís, uttan at varnast nakað sum helst. Ein orsøk til, at tølini eru so nógv hækkað, kann tískil vera tann, at fleiri og fleiri lata seg kanna og at tað er hetta, sum sæst aftur í hagtølunum.
Men talan kann sjálvandi eisini vera um, at tað vindur upp á seg við hesum slagi av krabbameini.
Nógvastaðni verður hugsað um at bjóða mannfólki regluligar kanningar fyri krabbamein í bløðruhálskertlinum, men tað er ikki tað, sum liggur fyrst fyri.
- Tað, vit heldur gera, er at vit royna at eggja mannfólki, sum eru farin upp um tey 50, at fara til lækna at lata seg kanna fyri krabbamein.
- Tað skal ikki meiri til enn ein einføld blóðroynd og vit mæla avgjørt til, at mannfólk yvir 50, lata seg kanna regluliga.
- Tað kann vera í sambandi við, at mannfólk fara til læknan kortini, so biðja tey hann taka eina blóðroynd eisini, at kanna fyri krabbamein.
Tað leypir eisini í eyguni, at talið á teimum, sum fáa húðkrabbameini er nógv vaksið seinastu árini, men hinvegin er talið á teimum, sum fáa móðurmerkjakrabba, aftur minkað, eftir at hava verið í vøkstri fyri nøkrum árum síðani.
Jákup N. Olsen sigur, at hann kann ikki prógva tað, men hann ivast ikki í, at sólin, hevur ein leiklut í hesum.
- Føroyingar halda kanska ikki, at sólin í Føroyum er so sterk, men tað er skjótt at vera lumpaður, tí tað vit eru umgyrd av sjógvi, og vatn endurspeglar sólina og ger, at tilsamans verður ávirkanin av sólini rættiliga sterk.
- Tí skulu eisini vit í Føroyum vísa fyrilit og umhugsni, tá ið vit eru úti í sólini.
- Og so er tað sjálvandi eisini solarium, sum hevur eina ávirkan, serliga hjá ungum fólki, sum eru serliga følin fyri sól.
- Tí mælir Krabbameins felagið framvegis ungum frá at leggja seg undir solarium.
- Vit hava leingi virkað fyri at fáa eina lóg í Føroyum, sum bannar ungum undir 18 árum at brúka solarium og vit vóna framvegis, at hon kemur, sigur formaðurin í Krabbameinsfelagnum.
- Krabbamein í húðini og krabbamein í bløðruhálskertlinum eru nógv tey vanligastu sløgini av krabbameini.
Av teimum 234 føroyingunum, sum fingu krabbamein í fjør, fingu 41 krabbamein í bløðruhálskertlinum og 43 fingu krabbamein í húðini.
Men sum sagt omanfyri, ber rættiliga væl til at bøta munandi um støðuna við umhugsni í sambandi við sól og solarium og við at lata læknan taka eina blóðroynd við jøvnum millumbili.
Støðug tøl
Hjá kvinnum er bro?stkrabbi, vanligasta krabbaslagið, men talið á teimum, sum fáa bróstkrabba er rættiliga støðugt, tí hesi seinastu sjey a?rini eru ímillum 20 og 25 tilburðir staðfestir um árið.
Lungnakrabbi er eisini eitt tað mest vanliga slagið av krabbameini. Eisini tað talið liggur rættiliga støðugt, tí hvørt ár fáa ímillum 10-15 føroyingar staðfest lungnakrabba.
Tølini fyri undirli?vskrabba eru bara skra?sett seinastu fimm a?rini, men tølini eru o?jøvn.
I? 2008 vo?ru 16 tilburðir av undirlívskrabba skra?settir, men árið eftir vóru teir 26 í tali.
Koppseta dreingir fyri krabbamein
Formaðurin í Krabbameinsfelagnum, fegnast um, at í fjør fingu eisini gentur og kvinnur úr 12 ár, upp í 27 ár, tilboð um at verða koppsett ímóti lívmóðurhálskrabba.
- Næsta stigið er at taka støðu til um eisini dreingir eiga at fa?a tilboðið um ókeypis koppseting fyri HPV, tí tað kann eisini verja teir ímóti fleiri sløgum av krabbameini.
Sjálvur ivast Jákup N. Olsen, at framyvir fara eisini dreingir at fáa tilboð um koppseting fyri HPV.
- Í løtuni verður arbeitt við at menna eitt koppsetingsrevni til dreingir og tá ið tað er klárt at taka í nýtslu, er eingin ivi í mínum hugaheimi um, at eisini dreingir eiga at fáa tilboð um ókeypis koppseting.
Eitt ynski
Jákup N. Olsen sigur, at fremsta ynskið hjá Krabbameinsfelagnum, er at allar kvinnur yvir ein ávísan aldur, fáa tilboð um regluligar kanningar bróstkrabba.
Talið á kvinnuum í Føroyum, sum fáa bróstkrabba, er rættiliga høgt, okkurt árið eru tær omanfyri 30 um árið.
- Í nógvum londum fáa kvinnur tilboð um regluligar kanningar og tað er avgjørt eitt, vit vilja, at eisini føroyskar kvinnu skulu fáa, sigur formaðurin í Krabbameinsfelagnum.
Í hesum sambandi verður mælt til, at kvinnur ímillum 50 og 69 ár lata seg kanna regluliga.
- Tað er eitt mál, Krabbameinsfelagið hevur virkað fyri í nógv ár og tað er eisini eitt mál, politiski myndugleikin í fleiri ár hevur sagt veg vilja seta í verk.
LES EISINI GREININA: Nú mugu Føroyar fáa eina nýggja krabbameinsætlan