Seinastu árini hevur Ferðslutrygd nýtt nógva orku upp á at røkka næmingum í elstu flokkunum í fólkaskúlanum. Síðani 1998 hevur, í samstarvi við koyrilærarar, politiið, ambulansutænastuna, ferðsluoffur og Heilbrigdið, verið skipað fyri serligum dagsskeiðum fyri øllum 9. flokkunum. Sum eina roynd verður hetta framyvir gjørt fyri 8. flokkarnar.
Ásannandi, at foreldur eru ein sera týðandi partur, um ferðsluuplýsingin skal muna, verður nú, saman við politinum og Akstovuni, arbeitt við at skipa fyri foreldrafundum á skúlunum sum framhald av dagsskeiðunum hjá næmingunum.
Her verður m.a. arbeitt við hesum spurningum:
" Hvussu vandamikið er prutlið/ skutarin?
" Hvat krevst av vitan og útbúgving fyri at kunna koyra á prutli/skutara
" Hvussu skulu foreldur bera seg at, tá ið tey 12-14 gomlu børn teirra krevja at sleppa at koyra á prutli?
" Hvørjar grundgevingar kunnu foreldur nýta, tá ið tey greiða børnunum frá, um hví tað ikki er ráðiligt at koyra prutl, áðrenn tey eru fylt 16 ár?
" Hvussu kunnu foreldur standa saman?
" Kjak/orðaskifti
Tað skerst ikki burtur, at fleiri foreldur hava trupulleikar við at fóta sær, tá ið 14 ára gamli sonurin setur upp á, at nú skal hann hava eitt prutl. Alt ov nógv foreldur lata hetta um seg ganga. Orsøkin kann vera, at tey halda, at tað nyttar einki at vera í móti, kanska tí at javngomlu vinmenninir hjá soninum longu hava fingið prutl. Orsøkin kann eisini vera, at foreldrini stutt sagt vita ov lítið um veruliga vandan.
Eitt av endamálunum við foreldrafundunum er at tosa júst um henda seinastnevnda trupulleikan og fáa eitt kjak í gongd.