- Uppliva tað sum mannminkandi

Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur í dag sett Henriki Old, landsstýrismanni í Samferðslumálum, ein § 52a fyrispurning viðvíkjandi avsláttur umborð á Strandfaraskipum Landsins.


Tingmaðurin reisir spurningin, tí hann vil hava greiðu á, at um tað er so, at avlamispensjónistar, ið hava brúk fyri akførum fyri at ferðast, muga rinda fullan prís fyri hesi, tá tey eru umborð á strandfaraskipum. Og um so er, um landsstýrismaðurin ætlar at gera nakað fyri at víðka um avslátturin, so hann eisini fevnir um akførini hjá avlamispensjónistum.


- Tað vísir seg, at hóast nógvir avlamispensjónistar ikki kunnu ferðast, uttan at hava akfar við sær, so er eingin avsláttur galdandi fyri akfarið. Tískil noyðast tey at gjalda fullan prís fyri akfarið, hóast tað er har, ein avsláttur veruliga hevði gjørt mun, skrivar tingmaðurin í viðmerkingunum til fyrispurningin og leggur afturat.


- Avlamispensjónistar uppliva tað sum mannminkandi, at tey ikki kunnu fáa akfarið við sær undir somu treytum, sum tey sjálv ferðast. Dømi eru enntá um, at tá tey hava spurt, hví so er, hava tey fingið sum svar, at tað skal bera til at snýta við avsláttrarkortinum, tí tað kann lánast øðrum, ið sostatt kunnu fáa sín bil bíligari við Strandfaraskipum Landsins, hóast tey ikki hava rætt til tað.


Sjálvur metir tingmaðurin at verandi skipan ikki er rímilig og vónar hann, at viðurskiftini kunna fáast í rættlag.


- At ein avsláttur fyri pensjónistar bara er galdandi fyri ein part av ferðaútreiðsluni, virkar ikki at vera serliga rímiligt, tí tá røkkur avslátturin ikki til endamálið, ið hann átti at havt. Vónandi eru hetta bara viðurskifti, sum onkursvegna av óvart eru skeiklað, so tað skal bera til at rætta tey nú, skrivar Heðin Mortensen.