Thomas Krog í Havn verður 90 ár komandi mánadag. Thomas er ættaður úr Króki á Sandi, herav Krognavnið. Thomas hevur havt eitt áhugavert lív. Hann mundi fingið fyrstu bumbuna hjá týskarum í høvdið, tá ið teir løgdu á Noreg 9. apríl 1940
Pápi Thomas var Jógvan Olsen í Króki, mamman var Súsanna, ættað av Geilargarði í Skúvoy. Hetta merkti, at Thomas kom at ferðast nógv til Skúvoyar sum drongur. Hann minnist seg at hava verið í Skúvoy, síðan hann var trý ára gamal.
Ferðasambandið var at fara við postbátinum, sum sigldi eina og seinni tvær ferðir um vikuna. Hetta var ein opin bátur. Hetta var annars sambandið heilt fram í 70-ini.
Skúvoy var eitt paradís hjá einum drongi við øllum tí, sum hendi. Ikki minst við øllum fuglinum sum var. Teir fleygaðu upp til 60.000 lundar árliga umframt annan fugl. Thomas var við, tá ið hann kundi, og hann gjørdist av djarvastu bjargamonnum. Enn í dag ógvast hann um, hvussu nógv hann legði fyri!
Tá ið Thomas var konfirmeraður, fór hann ikki til skips beinanvegin. Hann fór at rógva út við sjeymannafari við Bjarna Sandoy. Teir royndu við snøri og komu víða um, sum á Miðhavið og Grynnuna. Bjarni hevði funnið eitt mið, sum var sum ein skalli. Hetta mið var so lítið, at tað rakk bert til at draga snørið tríggjar ferðir, tá mátti rógvast aftur á aftur. Men tað var stórur fiskur, og tá var skjótt at fylla upp í bátin. Tá ráddi um at dylja síni egnu mið, so ikki aðrir skuldu fara við teimum. Tá ið aðrir bátar nærkaðust, varð drigið upp og siglt av miðinum, so eingin annar kundi íta tað av.
Tað var nógvir útróður á Sandi tá. Teir mundu vera 16-18 bátar. Fiskurin varð avreiddur til handilsmannin Kristin Joensen, har hann varð flaktur og saltaður. Hetta gav nógv arbeiði í bygdini. Umframt varð eisini fiskur turkaður. Thomas minnist bát frá Niels J. Mortensen, sum plagdi at koma eftir turkaða fiskinum.
Útróðurin var um veturin. Um summarið var annað at takast við. Tað vóru tvær kýr í húsinum umframt ross og seyð, og gav hetta nógv arbeiði.
Tey vóru 11 systkin, átta systrar og 3 beiggjar. Ein beiggi doyði tó lítil.
Til skips og so at hugsa
Tá ið Thomas var 17 ára gamal, fór hann til skips. Tað var við Fram hjá Evensen í Havn. Villy Reinert, á Rituni, var skipari. Evensen fór tó á húsagsang sama ár.
Túrurin byrjaði buldrasliga. Teir vóru á veg til Grønlands. Teir høvdu sett ein stóran klyvara. Hann slerdi so illa, so teir fóru at taka hann niður. Men tað var so óheppið, at ein maður varð slerdur fyri borð í hesum sambandi. Hetta var 2. bestimaðurin Olfert av Signabø.
Teir vendu tískil aftur at boða frá vanlukkuni. Teir fóru tískil ikki til Grønlands, men fóru í staðin til Íslands.
Thomas sigldi nøkur ár við slupp, men tá fór hann at hugsa eitt sindur longur. Pápi hansara hevði verið 55 ár til skips, og Thomas sá, at hetta var ikki nakað lív.
So hann hugsaði sær at fara til Danmarkar at sigla. Hann tosaði við sína elstu systur, Miu, um hetta. Hon var annars mest kend sum sjúkrasysturin frk. Krog á hospitalinum. Mia stuðlaði honum. Pengar vóru ikki nógvir, so hon rindaði ferðaseðilin, 60 kr. Tá Thomas kom afttur 10 ár seinni bjóðaði hann systrini at gjalda peningin aftur, men tað vildi hon ikki hoyra um.
Thomas hevði ikki nógvan penng, tá ið hann var niðurkomin. Kamar á sjómansheiminum kostaði 1 krónu um náttina. Men hann hevði ikki pening til nógvar nætur.
So fór Thomas at leita eftir hýru á Statsforhyringskontoret í Nyhavn. Hetta var ikki lætt, tí tað vóru nógvir um boðið. Hann fekk til ráðs at seta seg inn á skrivstovuna og bara at bíða í tolni, til ein kjansur var. Tað gjørdi hann eisini, og eftir 2-3 dagar hevði hann fingið sína fyrstu hýru.
Við kaðalskipi
Hetta var við kaðalskipinum Eduard Suenson, sum skuldi fara til Føroyar at skoyta telegrafkaðalin millum Føroya og Ísland, sum var slitnaður. Báðir endarnir máttu finnast og “fiskast” upp. So skuldi boya setast á hvønn endan. Síðan skuldi nýggjur kápul knýtast í báðar endarnar. Hetta var ikki bert sum at siga tað. Eitt slíkt skip hevði 52 mans umborð. Nógvir av teimum vóru teknikarar.
Afturkomnir til Danmark fingu teir eina aðra uppgávi í Ermasundi. Men síðan var einki at gera, og so varð manningin uppsøgd. So aftur at søkja, og Thomas fekk ymsar kjansir á sama hátt. Eina tíð sigldi hann við ferðamamannaskipinum Kong Haakon millum Keypmannahavn og Århus. Farið varð um kvøldið og komið fram morgunin eftir. Hetta var tó bara um summarið.
Thomas fór tá sum jungmaður við DFDS við einum skipi sum kallaðist Nevada. Teir sigldu uppá Suðuramerika við kaffi of oljukøkum. Tá plagdu teir at sigla eitt samdøgur eftir La Plata ánni inn í landið. Hetta var sera áhugavert.
Seinni sigldi Thomas við Marocco, eisini hjá DFDS, í Miðalhavinum millum londini har. Tað vóru trý onnur skip av sama slag sum Marokko, og tey vórðu øll søkt av krígsávum.
Mundi fingið bumbu í høvdið, tá Týskland legði á Noreg
Nú fer at nærkast týsku hersetingini av Danmark og Noregi. Teir mynstra við Marocco 16. februar 1940. Tá var Bretland longu í kríggj við Týskland. Nú var tað ikki so lætt sigla longur. Teir sigldu fleiri túrir millum USA og Europa. Bretar tóku sær rætt til at kanna útlendsk skip. Tann eina túrin vóru teir saman við nógvum øðrum skipum tiknir inn til Orknoyggjarnar at kanna lastina. Teir lógu 21 dagar inni, áðrenn tað var teirra tørn at fáa lastina kannaða.
Teir koma til Oslo tann 8. apríl kl. 10 á kvøldi. Alt var so óvist, og lurtað varð nógv eftir tíðindum. Flestu vita, at Danmark varð hersett av týskarum á morgni 9. apríl og gav seg yvir beinanvegin. Teir løgdu samstundis á Noreg, og fyrst var tað Oslo, sum átti tørn.
Teir lógu við kei hendan morgunin. Tað fyrsta teir merkja til hersetingina er, at ein bumba verður slept beint frammanfyri skipið. Hetta var eitt øgiligt brak. Skipið var við at slíta sum tað rørdist. Teir vaknaðu sum rímiligt er við kaldan dreym og tustu uppá dekkið.
Vib bryggju lá eisini ein týskt farmaskip við koksi á dekkinum. Tað kom skjótt til sjóndar hendan morgunin, hvat ið var í lastini. Hetta vóru stríðsvognar, sum skuldu brúkast til endamálið hendan dagin. Væl hevur verið fyrireikað.
Teir vórðu síðan bidnir um at fara út á Oslofjørðin. Alt var so sera óvist, hvat ið fór at henda. Tíðindini gingu um, at bretar fóru at koma inn á fjørðin at forða týskarum í innrásini. Tí kundi hetta fara at gerast vandamikið hjá teimum. Tískil varð avrátt at øll manningin, uttan yvirmenn á brúnni og maskinrúminum, skuldu fara av skipinum. Teir fóru allir í bátin og róðu til lands, har teir fóru inn í skógin, teir komu til. Teir høvdu eisini mat við sær, um hetta fór at draga út. Men seinnapartin frættu teir, at Oslo hevði givið seg yvir, og teir fóru so umborð aftur. Mótstøðan helt áfram aðra staðni í landinum, men tað var skjótt, at týskarar høvdu valdið í øllum landinum. Teir við Marocco sluppu ongan veg og vóru liggjandi í tríggjar vikur. Tummas var eina ferð í landi. Tá sóust týskir hermenn víða hvar. Teir vóru ikki heima fyrr enn 5. mai.
Bað sjálvan A. P. Møller um kjans
Teir koma so aftur til Danmarkar. Marocco verður lagdur, og aftur má Tummas søkja um kjans. Hann gjørdi ikki mætari enn at hann fór inn á skrivstovuna hjá A P Møller og bað um sleppa at tosa við bossin A. P. Møller sjálvan. Han fekk eisini orð á hann, og Tummas slapp við Betty Mærsk.
Teir fóru til Noreg eftir kunsttøðum at sigla til Riga í Letlandi. Her høvdu russarar valdið, og hetta sást eisini! Her var so øgiliga kalt, heili 40 kuldastig. Tað vóru dagar, tað ikki kundi arbeiðast fyri kulda.
Nú hevur Thomas verið so mikið leingi í Danmark, at hann verður innkallur til herin. Sum royndur sjómaður kom hann í marinuna, har hann var í eitt lítið ár. Ein partur av arbeiðinum var at royna torpedoir.
Aftaná fór Thomas á háskúla í Slagelse. Ein lærari har var Salomon Joensen úr Elduvík, sum seinni gjørdist prestur í Føroyum.
Nú følir Thomas seg ikki so væl. Hann fer til lækna og fær staðfest, at hann hevur tuberklar. Hann liggur fyrst tríggjar mánaðir á Øresunds hospitali og síðan líka leingi á sanatorium í Roskilde. Hann verður “pustaður”, t.v.s. at sjúka lunga verður lagt stilt eina tíð. Henda viðgerð mátti regluliga endurtakast í trý ár. Tummas gerst frískur aftur.
Tá fer hann á telegrafistskúla í Keypmannahavn. Tá ið hann er liðugur, søkir hann arbeiði á telegrafstøðini í Havn og fær tað. Hetta var kortini ikki nakað júst fyri hann. Hann fór at arbeiða fyri Gunnar Mortensen, sum var múrari. Hetta var nakað sum Tummas dámdi. Tískil kom hann í læru hjá Gunnari fyri arbeiðsmannaløn, og hann fekk sveinaprógv í 1950, 32 ára gamal. Tað er sum múrari, at fólk kenna Thomas. Hann arbeiddi leingi hjá Lamhauge & Waagstein. Thomas var kendur sum eitt arbeiðsgrev. Snøggur er hann eisini. Hetta sæst ikki minst á minnisvarða fyri mentamannin og forfaðirin Jóannes í Króki, sum hann hevur gjørt á Sandi.
Fann konu í Mílafelagnum
Í Danmark kom Thomas at hitta Jensiu f. Hentze úr Skúvoy, sum var sjúkrasystir. Hon var ein av teimum mongu føroyingum, sum vóru innifrystir í Danmark undir krígnum. Tey komu at kennast í Kristiliga Ungmannafelagnum í Keypmannahavn , har so nógvir føroyingar komu. Oddamaður her var presturin Emil Joensen. Tí varð felagið millum manna kallað Mílafelagið.
Tey giftist í Zionskirkjunu í Keypmannahavn. Tey fingu sonin Rahm, sum við konuni Rannvá og børnum býr áfast hjá Tummasi. Abbabørnini hjá Tummasi eru Johan, Laurits, Jensia og Magnus. Thomas er eisini blivin langabbi.
Gjøgnum konuna fekk Thomas aftur samband við Skúvoy, har hann er komin nógv og har hann eisini eigur hús. Í Skúvoy verður eisini tikið til, hvussu hann roynir at dugna bygdini. Hann tekur altíð eina hond í, har tað treingir til.
Tey láta eisini væl at blíðskapinum hjá Tummas og Jensiu. Ein bróðursonur hennara tekur til, at hann føldi seg rættuliga sum heima, tá ið hann sigldi út frá Havnini og plagdi at koma inn til teirra.
Sigast kann um Thomas, at hann er eitt skilafólk, sera sáttligur og hugnaligur at práta við. Hann hevur verið virkin í Ebenezer á ymiskum økjum. Heima hjá honum liggja takkarbrøv frá donskum verjuskipum, har Thomas hevur sent bíbliur umborð.
Thomas verður ikki heima føðingardagin. Men vit fara at ynskja honum hjartaliga tillukku við hesum kappaaldri.
ó.