Uppliving sum lærdi, gav íblástur og knýtti bond

Lesandi á Hægri Námi í marknaðarførslubúskapi eru afturkomin til Føroya eftir eina spennandi og læruríka virkisferð í Nashville í USA

- Endamálið við ferðini var at fáa størri innlit í altjóða marknaðarføring við at vitja útvaldar fyritøkur í Nashville. 

 

Tey lesandi greiða soleiðis frá túrinum:

 

- Á teimum ymisku vitjanunum fingu vit høvi at seta spurningar, og fyritøkurnar vildu gjarna geva víðari av sínari vitan og læru. Hetta var áhugavert, og vit fingu góðan íblástur til lesnaðin.

 

Lagt verður aftrat, at tað var spennandi at síggja framburðsríkar fyritøkur greiða frá síni marknaðarføring.

 

- Tey vóru sera evnarík og dugdu væl at finna hættir at náa sín marknað og røkka út á altjóða marknaðir.

 

Tey lesandi vísa á, at virkisvitjaninar løgdu lunnar undir lesnaðin, har marknaðarteoriir og metodir vístu seg í praksis, og hetta sameindi frálæru og praksis.

 

- Vit vórðu kunnaði um veruligar avbjóðingar, sum fyritøkur hava í dag. Eisini var teirra mentan nógv øðrvísi enn okkara; tey vóru vinarlig og høvdu sera lætt við at greiða frá sínum arbeiði.

 

Næmingarnir vísa á, at fyritøkurnar, sum tey vitjaðu, hildu ikki aftur við at siga frá sínum stóru sigrum innan marknaðarføring, eins og tey eisini valdu at siga frá tí, sum var minni væl eydnað.

 

##med2##

 

- Vit vórðu kveikt við nýhugsan, læru og nógvum nýggjum og spennandi hættum at røkka marknaðin, sum heilt víst kunnu skapa framtíðarmøguleikar her heima.

 

Á túrinum marknaðarførdu føroysku næmingarnir eisini Føroyar og bjóðaðu leiðarum og marknaðarfólki inn til eitt “Føroyskt Event”, har tey kundu royna ymiskt føroyskt, eitt nú føroyskan laks, hoyra føroyskan tónleik og síggja myndir og annað úr Føroyum.

 

- Hetta var ein sera væleydnaður dagur og samstundis góð marknaðarføring fyri okkara land, ið nógvir amerikanarar ongantíð høvdu hoyrt um, siga tey lesandi á Hægri Námi í marknaðarførslubúskapi, sum hava verið læruríka virkisferð til Nashville.