Upplivingar hjá SEV umboðsnevndarlimi

Svenn Olsen Umboðsnevndarlimur

Fór heimanífrá í góðari tíð og valdi í góðveðrinum túrin eftir Oyggjarvegnum, skuldi jú niðan á Hotel Føroyar á umboðsnevndarfund hjá SEV.
Skráin til fundin var sera áhugaverd, og nú skuldi friður fáast í lag, eftir alt rumblið í seinastuni.
Komin inn í móttøkuna á hotellinum sóust menn standa í smáum bólkum í ymsu krókinum, helst løgdu teir saman ráð, helt eg, men vísti hettar seg seinri, at so var nokk ikki.
Allar avtalur vóru langt síðani komnar upp á pláss. Tað er jú ikki óvanligt at so er í politikki, og má ein taka hattin av fyri Leivi og hansara monnum fyri tað góða heimaarbeiði, teir høvdu lagt fyri dagin. So væl arbeiðir (dyrgir) bert ein royndur politikari.
Fjølmiðlarnir vóru væl umboðaðir, undraðist á, hví teir hava til vana at fáa fatur á øllum tilfari viðvíkjandi SEV óansæð, um fundirnir eru opnir ella ei. Kanska skuldu Justinussenararnir kanna, um mikrofonir er goymdar á hotellinum, minnilutin við Leivi á odda hevur skrivað til allar 70 umboðsnevndarlimirnar, at teir hava ikki almannakunngjørt eitt einasta skjal, men tað er onkur annar??????
So til sjálvan fundin. Umboðnevndarformaðurin legði fyri við bjóða vælkomin og læs skránna fyri fundin.
Minnilutastýrisformaðurin (Leivur Hansen) dámdi als ikki raðfylgina av málinum í skránni, men vildi hava, at skráin, ið nýtast skuldi, var tann skrá, ið minnilutin hevði kallað inn eftir, men umboðsráðsformaðurin stóð við sítt og der med basta.
Nú eftir fundin skilji eg ikki, hví Leivur ressaðist so bragdligur av hesum, hann visti jú, at A C E samgongan hevði reinan meiriluta við teim 37 atkvøðunum, so tað kundi verða líkamikið í hvørjari raðfylgju málini komu fyri, eingin spurdi hvat hvørt mál snúði seg um, men atkvøddu bert í blindum so sum avtala var frammanundan.
Fari varð síðani til ymsu málini, og so hvørt sum tað bleiv atkvøtt og upptalt, sást greitt, at A C E samgongan stóð saman sum ein maður, og tað skula teir hava rós fyri, ein avtala er ein avtala, sjálvt um tað sá út sum minnilutastýrisformaðurin fór at ivast tá valið av stýrislimi í Tórshavn var fyri. Meir um hettar seinri.
Eg veit ikki, hvussu hini upplivdu tað, men sjálvur hevði eg tað sera skemtiligt, at sita á fundi og hoyra fólkafloksmenn við politisku kempunum Bjarka Mohr og Jan Christianssen á odda stand í kø at reisast at verja tjóðveldismannin Leiv Hansen og hansara sjónarmið, havandi í huga at Bjarki sjálvur royndi at vinna sessin hjá Leivi fyri bert góðum ári síðani, ja nær kemur ein at uppliva slíkt aftur.
Leivur, hettar mást tú taka sum eina persónliga álitisváttan frá Fólkaflokkinum í Tórshavn (Kalsberg sigur seg ikki verða uppíblandaðan). Ups eg var um at gloymt javnaðarprinsessuna, sum valdi at stuðla einum tjóðveldiðsvalevni heldur enn einum úr egnum flokki, so her fekst tú aftur eina váttan upp á títt góða nevndararbeiði.
Tað at fólkafloksmenn valdu at vísa tær sín stuðul er eyðsýnt, teir fingu bæði í posa og sekk, men hvat Javnaðarflokkurin dugi er enn ikki at fáa eyga á, tað vil tíðin nokk vísa.
Vóni bara at tit ikki gloyma, at SEV er stovnur, ið skal framleiða streym, og ikki ein stovnur, ið eigur at verða nýttur til politiskar býtishandlar, men tað er kanska ov seint nú.
Sat á fundinum og undraðist á, at seks av sjey stýrislimum sótu við eitt borð í niðaru síðu og tann sjeyndi sat fyri seg sjálvan við annað borð í ovaru síðu, ikki tí teir kunnu sita har teir vilja fyri mær, men tað var bara gott tað sama tí av hesi grund fekk eg enn eina skemtiliga uppliving.
Tá uppteljingin av atkvøðunum til stýrislimin í Tórshavn fór fram, sat eg í góðari støðu og eygleiddi valevni hjá ACE samgonguni. Tað gekk leingi stavn um stavn millum bæði valevnini, og helt eg meg síggja onkran sveittadropa pipra fram ovarlaga á tinningunum á Leivi, tá so 54 av 70 vóru upptaldar, og tað stóð á jøvnum 27-27 var eg ikki í iva longur, nú stóð á gomlum nøglum, kundi ímynda mær tankarnar hjá Leivi, hava fólkafloks- og javnaðarfólk nú vent mær baki? Ella standa teir fastir? Her sá út til, at Leivur ivaðist í ACE, men har hevði hann nokk gloymt at teir høvdu brúk fyri tjóðveldisatkvøðunum til umboðnevndarformansvalið, so har var eingin grund at stúra, og tað bleiv eisini staðfest tá liðugt var telja, eingin var hoppaður frá. 37, ella var tað 38?
Ettir á skránni var bert val av umboðsnevndarformanni, og stóðst eitt sindur av rumbli av hesum, fleiri buðu seg fram sum valevnir, og ivamál var um valbæri hjá onkrum av valevninum, og endin var at viðkomandi trekti seg, tað var nokk líkamikið, tí viðkomandi hevði ongan kjans, tær oblikatorisku 37 atk. fóru til valevni hjá ACE.
Nú var liðugt fundast, og sum altíð bíðaði ein góð máltíð. Lagið var sum heild gott á fólki, onkur hevði vunnið, annar tapt, soleiðis er tað nú einaferð í leiki.
Mettur og væl settur settist eg í bilin og var hervið á heimleið, nú var nokk við SEV fyri í dag, helt eg, men eg bleiv klókari.
Komin í Sundalagið var Dan Klein at hoyra á Rás 2 og mín sann um ikki evni var SEV.
Gestirnir hjá Dan vóru heldur fámæltir, eftir mínum tykki í øllum føri, kanska vóru teir sum eg sjálvur, eisini troyttir av SEV fyri í dag. Veðri var av tí besta, og eg sat bert og lurtaði við einum oyra til, knappliga, tá Dan hálar fram eina kvittan upp á ein flogseðil, sum møguliga er goldin í heimildarloysi, og goldin júst tí persóni, sum fyri bert tveimum tímum síðani bleiv valdur hægsta starv hjá SEV. Hvat er tað eg havi verði við til hugsaði eg, havi eg framt nakað lógarbrot, ella havt.
Gott at ferðin bert var um 50 km/h, var júst komin úr rundkoyringini við Norðskálatunnilin og helt beina leið inn á tað stóra steðgiplássið. Hvat var hettar fyri nakað. Men bara róligur Svenn, tí betur, nývaldi stýrisformaðurin, ella var tað stjórin, greiðir frá, at viðkomandi sum tá var stýrislimur, møguliga er kallaður heim til henda fund. Jú so jú so.
Her er nakað hjá stjóranum at arbeiða við, tað er ikki góður starvsfólkapolitikkur, soleiðis at kalla fólk heim úr feriu, ein skal virða frítíðina hjá fólki. Men ok er tað neyðugt, ja so er tað neyðugt, men um til ber eigur varalimurin sum býr í Norðoyggjunum at vera innkallaður, hettar hevði helst eisini verði bíligari
Tá ringastu skelvingarnar høvdu lagt seg, helt eg leiðina fram móti Gøtu, og vónaði at ein køld bjór var at finna heima í køliskápinum. Ein slíkur skelkur er ikki nakað, sum leggur seg eftir bert nøkrum minuttum, og tá er ofta gott við einari kaldari frá Einar Waag, men bert eina.
Soleiðis kann ein fundardagur hjá SEV ganga, og ymiskt er, sum fólk fáa burtur úr, sjálvur hevði eg tað sera skemtiligt, undir liðini sat funningsfjarðamaður og var hesin í góðum hýri, og tá er lagamanni at verða í CIRKUS.