Altjóða Psykiatridagur, sum er 10. oktober, verður hildin kring allan heimin. Eisini her hjá okkum, varð dagurin hildin við at varpa ljós á støðuna hjá psykiatri’ini í Føroyum og hvat gerast skal fyri betra um umstøðurnar á hesum øki.
Soffi Egholm, forkvinna í Sinnisbata, sigur í dag, at tey eru sera glað fyri dagin í gjár.
- Vit eru hugtikin av, hvussu stórur áhugin var. Har passaði ikki eitt menniskja inn afturat í Miðlahúsinum, og hóast tað regnaði vóru eini 150 møtt upp, sigur hon. Og hon fegnast eisini um, at ymiskar áskoðanir og hugsjónir um psykiatriina komu fram í ljósmálan.
- Tað er sera týðandi, at vit fáa politikararnar í talu. Um vit ikki eru í dialogi, so gita vit okkum bara til støðuna á økinum, sigur Soffi Egholm, sum avgjørt kundi hugsað sær at havt eitt slíkt tiltak aftur næsta ár.
Tiltøk fleiri staðni
Flestu tiltøkini vóru í Tórsgøtu í Havn. Setanin fór fram í Posthúskjallaranum, har Tórmóður Stórá, frá Psykiatriska deplinum, og Soffi Egholm, forkvinna í Sinnisbata, settu dagin.
Á Hvonn var hugnalig kafé við løttum og leskiligum tilboðum, meðan listaframsýningin “Undirverk” var í Posthúskjallaranum. Eisini bjóðaði Løkjukafé’in “mat til hjartað”.
Seinnapartin var kunning um viðgerðar- og virknistilboð í Miðlahúsinum, og orkestrið “Sóleyga” framførdi í Posthúskjallaranum. Eisini vóru sokallaðar “Hvonnløtur” við tónleiki við Mirjam L. Nattestad, og yrkingar vórðu lisnar.
Seinni um kvøldið var Trapputing í Miðlahúsinum, har landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, greiddi frá ætlanunum um framtíðar psykiatri í Føroyum. Umboð fyri allar teir politisku flokkarnir luttóku eisini í orðaskiftinum.