Uppreisnin fer at fylla í boðanini

Nýggi Eiðis-prestur, Jonhard Jógvansson, sum verður innsettur í embætið sunnudagin, fer ikki at messa. Hann ætlar ístaðin at fáa gott samband við fólkið í sóknini og at leggja dent á at boða evangeliið, har uppreisnin fer at vera í miðdeplinum

– Tá ið eg var í starvsvenjing sum prestur royndi eg at messa. Men eg fann út av, at tað dugi eg ikki. So tað verður eingin messing frá mínari síðu, sigur Jonhard Jógvansson, nýggi sóknarpresturin í Eiðis prestagjaldi.

Innsettur sunnudagin

Sunnudagin klokkan 11 verđur nýggi sóknarpresturin skipađur í embætið í Eiđis prestagjaldi. Tađ verður dómpróstur, Uni Næs, ið hevur innsetingina. Jonhard Jógvansson prædikar.

Hann tekur formliga við embætinum sum sóknarprestur 1. juli. 

Nýggi presturin er ættaður úr Saltangará og er 43 ára gamal. Hann er giftur við Tordis Kristiansdóttir, og tey eiga tríggjar synir, ið eru tvey, fimm og sjey ára gamlir.

Jonhard Jógvansson varð liðugur at lesa gudfrøði í 2017. 

##med2##

Long tilgongd

Tað at gerast prestur hevur tó verið ein long tilgongd, har onnur yrkisleið eisini hevur verið uppi og vent.

Hann hevur millum annað roynt sjólívið, fiskaarbeiði, heimarøkt, betong- og timburarbeiði og skrivarastarv. Hann hevur bæði FHS og HF-prógv, og hann hevur verið á háskúla og á bíbliuskúla.
– Omma mín hevði stóra ávirkan á mítt andaliga lív. Hon tosaði millum annað um ein sang, har ein regla var ”skiljast og møtast, tann vónin ber”. Fyri henni var deyðin ikki ein skilnaður, men hon hevði eina livandi vón um, at vit, sum trúgva á Jesus, skulu møtast aftur, sigur Jonhard Jógvansson.
Tað gingu tó fleiri ár, áðrenn Jonhard Jógvansson visti, hvat hann skuldi.

– Tað gjørdist mær greitt, tá ið eg var á bíbliuskúla í Hillerød í 2001 og 2002, at eg skuldi gerast prestur. Eg tók fyrst HF í Keypmannahavn, áðrenn eg byrjaði at lesa gudfrøði í 2005, sigur Jonhard Jógvansson.

Hann byrjaði at lesa á Dansk Bibel Institut (DBI) í Keypmannahavn. Men fortreytirnar broyttust, tá ið tað vísti seg, at hann ikki kundi fáa SU. Hann gavst og fór á lærda háskúlan í Keypmannahavn at lesa. Men har var hann heldur ikki leingi. Hann gavst og fór heim til Føroya.

– Tað gekk ikki heilt sum ætlað. Eg ynskti at lesa á DBI vegna ta bíbliuáskoðan, sum stovnurin tekur støði í, í mun til lærda háskúlan, sum tekur støðið í einum søgukrittiskum hátti. Men tá ið tað ikki bleiv til nakað, so valdi eg at fara heim til Føroya.

Læra til timburmann – so aftur gudfrøði

Jonhard Jógvansson for at læra til timburmann, tá ið hann kom heim til Føroya, og hann arbeiddi eisini eina tíð.

– Tað var ein góð tíð, og mær dámdi væl arbeiðið sum timburmaður, sigur Jonhard Jógvansson

Jonhard og Tordis giftust, og tá ið hon skuldi niður til Danmarkar at taka víðariútbúgving sum lækni, kom møguleikin aftur at fara at lesa gudfrøði. 

– Eg angri ikki, at eg fór at læra til timburmann, men um eg skuldi gjørt tað, ið eg veruliga brenni fyri, so er tað gudfrøði. Tíðin sum timburmaður hevur eisini myndað meg sum menniskja. Eg tók avgerð umaftur at fara at lesa. Tá var skipanin broytt, og eg kundi taka bachelor í gudfrøði upp á fýra ár á DBI. Master tók eg á lærda háskúlanum, sigur Jonhard Jógvansson.

Eftir útbúgvingina tók hann pastoralroyndina, ið øll, ið vilja gerast prestar í Fólkakirkjuni, skulu hava.

Jonhard Jógvansson varð prestvígdur 13. mai í fjør og hevur verið í stutttíðarstørvum í Glostrup sogn og í Solvang kirke á Amager.

– Tað hevur verið ein góð tíð á báðum støðum, og eg havi lært nógv, sigur Jonhard Jógvansson.

Nú hevur familjan pakkað saman, og leygardagin koma tey heim til Føroya.
Jonhard Jógvansson hevur ein bróðir, sum er prestur. Tað er sóknarpresturin í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi, Derhard Jógvansson.

– Vit eru nokk so tættir, men eg haldi ikki, at hann hevur ávirkað meg so nógv at fara at lesa gudfrøði, sigur Jonhard Jógvansson.


Boða evangeliið

Nú tú byrjar sum sóknarprestur, hvat kunnu fólk, sum búgva í Eiðis prestagjaldi, vænta at hoyra frá tær?

– Eg vil fyrst og fremst leggja dent á at boða evangeliið og at gera tað í øllum lívsins viðurskiftum, bæði til gudstænastu, jarðarferðir, vígslu, dóp og konfirmatión. Eg vóni, at kirkjan verður eitt stað, har øll kenna seg heima, og har øll hava høvið til at hoyra Guds orð. Sum sóknarprestur ynski eg at hjálpa menniskjum til lívsfelagsskap bæði við Jesus og við hvønn annan, sigur Jonhard Jógvansson.

Hann leggur eisini dent á at gera nakað fyri allar aldursbólkar.

– Eg ynski at boða tað, sum Bíblian sigur. Eg vil royna at vera tekstnærur, at hava ljóskastaran á evangeliið, á Jesus, og at byggja brúgv frá tekstinum yvir til dagin í dag, so at fólk hava nakað at taka heim við sær í gerandisdagin, sigur Jonhard Jógvansson.
Hvar stendur tú gudfrøðisliga?

– Eg havi eina klassisk kristna gudfrøði. Eg trúgvi á Jesus sum einasta frelsara. Eg trúgvi eisini, at tað er nakað, sum eitur synd og glatan, sum vit mugu frelsast frá. Tað er tí, Jesus kom, og hann bjargar okkum. Eg vil fegin boða fyri øllum, at deyðin er ikki tað seinasta, men at tað er eitt ævigt lív aftan á, sum vit mugu fyrireika okkum til her. Tað er vón fyri framman, sigur Jonhard Jógvansson.


##med3##

Eisini fyri børn og ung

Nýggi presturin vísir á, at tað at búseta seg á Eiði er púra nýtt fyri teimum, og tí fer tað at taka eitt sindur av tíð at læra fólk at kenna og sláa røtur.

– Vit eru sera spent at koma til Eiðis. Vit hava tríggjar lívligar dreingir við okkum, og teir skulu í barnagarð og skúla. Tað at liva í Føroyum er nýtt fyri teir, og vit gleða okkum øll at liva tætt at náttúruni eftir at hava búð í Keypmannahavn í nógv ár, sigur Jonhard.

Sum prestur í Danmark hevur hann havt konfirmantar, og hann vónar eisini, at tað at koma í kirkju verður natúrligt fyri børn og ung.

– Eg eri vanur at hava okkara dreingir við í kirkju. Eg ynski, at børn og ung kunnu kenna seg heima í kirkjuni, sigur Jonhard Jógvansson.

 

Serritgerð um uppreisn

Gudfrøðin fyllir nógv hjá Jonhardi Jógvanssyni, og serliga er tað eitt evni, ið fyllir meir enn onnur, og tað er uppreisnin.

– Tá ið eg í sambandi við útbúgvingina skuldi skriva serritgerð, vildi eg skriva nakað, ið eg kundi taka við í prestagerningin. Tá er uppreisnin eitt av tí mest avgerandi í allari kristnari trúgv. Kristna trúgvin stendur og fellur við hesum. Tað stendur, at um deyð ikki rísa upp, so eru vit tey syndarligastu av øllum. Um tað ikki passar, so trúgva vit eini lygn, sigur Jonhard Jógvansson.

Hann valdi tí at seta seg meir inn í hendan spurningin og granska hetta evnið nærri.

– Tað styrkti meg í trúnni, meira eg las. Trúgva vit, at hetta undrið er hent, so kann eg veruliga trúgva og prædika eina uppreisnarvón. Tá ið eg var liðugur við serritgerðina, varð eg ikki liðugur at hugsa um uppreisnina, sigur nýggi presturin.

Verulig uppreisnin

Men tað eru ikki øll, ið eru samd við ta áskoðanina, at uppreisnin fór fram. Hvussu møtir tú teimum?

– So kunnu vit vónandi fáa eitt gott prát. Eg havi mína sannføring, at tað er sannleiki. Eg trúgvi ikki upp á relativismu, at tað er rætt fyri onkran men ikki fyri onkran annan. Annaðhvørt reis Jesus upp likamliga ella ikki. Eg veit, at fleiri siga, at tað ikki var ein likamliga uppreisn, men at tað skal skiljast andaliga. Eg eri ósamdur. Tær bestu keldurnar, vit hava, siga beint tað øvugta. Tey nærmastu kendu hann aftur eftir uppreisnina, og hann át saman við teimum. Eitt spøkilsi etur ikki fisk, sigur Jonhard Jógvansson. 

Hann vísir á, at hann heldur seg til bíbilsku tekstirnar sum grundarlag fyri sínum sjónarmiðum.

– Eg veit, at fleiri hugsa øðrvísi í tíðini, vit liva í. Um onkur hevur áhuga, so kunnu vit altíð møtast til eitt prát, sigur Jonhard Jógvansson.

Trúarverja

Jonhard Jógvansson hevur sitið nógv við knappaborðið og lagt út síni sjónarmið. Bæði á facebook, á eina heimasíðu, sum er um trúarverju, og sum hann sjálvur umsitir, eins og nógvar greinar á ymiskar heimasíður og bløð við kristnum innihaldi.

– Trúarverja fyllir nógv hjá mær, men eg royni at hava eina sunna javnvág. Kristinlívið handlar eisini um persónligt andaktslív, bøn og bíbliulesnað. Tí orðið er livandi, og tað er Gud, sum skapar trúnna í okkum. Eg veit, at tað eru tey, ið siga, at vit ikki við okkara grundgevingum kunnu fáa fólk inn í Guds ríki. Eg eri ikki heilt samdur, tí um heilagi andin er virkin í tí, sum verður gjørt, so kann tað eisini skapa lív, sigur Jonhard Jógvansson. 
Sóknarpresturin skal búgva í prestagarđinum á Eiđi.

Umframt Eiđi er Norđskála, Funningur og Gjógv í prestagjaldinum.