Uppreisnin kjarnin í gleðisboðskapinum

Fornfrøðingar og søgugranskarar siga, at eingin tilburður í fornari søgu er so væl skjalprógvaður løgfrøðisliga og søguliga av sjónarváttum, sum uppreisn Kristusar.
Hægstarættardómari í Onglandi, Lord Darling, hevur sagt: ?Eingin mentaður og vitborin nevningadómstólur í heiminum hevði kunnað annað enn komið til ta niðurstøðu, at frásøgnin um uppreisn Harrans er sonn!?

Orðini omanfyri eigur Zacharias Zachariassen, sum í mong ár hevur granskað í uppreisn Jeusar. Fyri kortum gav hann út bók, hann kallar, ?Kreftir hins komandi heim?.
 Sum ungur fór Zacharias til Onglands á bíbliuskúla, har hann las í 3 ár. Síðani hevur hann virkað her heima sum trúboðari í yvir 40 ár.
 
- Tað, sum hevur størstan týdning fyri eitt menniskja, er at hava fast undir fótum. Tað er umráðandi at vita, at tilveran eftir hetta lívið er verulig, sigur hann.
 
Zacharias sigur, at søgan um Jesu deyða og uppreisn hevur verið alt hansara lív, og hevur havt hansara størsta áhuga.
   -
Hetta er veruleikin, sum eg byggi lívið og ævinleikan á, sigur hann.
 
Hann sigur, at hetta er hitt størsta og dýrasta evni í allari skriftini, kjarnin í sjálvum gleðiboðskapinum og øllum sonnum kristindómi: At Harrin Jesus læt lívsblóð sítt fyri okkum og sigursríkur triðja dagin reis upp aftur frá hinum deyðu!<?xml:namespace prefix = o ns = ""urn:schemas-microsoft-com:office:office"" /><o:p></o:p>


Einfaldur boðskapur

 
- Hóast evni snýr seg um djúpar gudfrøðisligligar spurningar, eru tað kortini einfaldastu sannleikar, sum enntá smábørnini duga at fata og virðismeta, sigur hann.  
 
Zacharias sigur, at deyði Jeusar var ólíkur øllum øðrum deyðum. Deyði hansara var framúrskarandi og av djúpasta týdningi, tí hann var avgjørdur frammanundan.
 
Hann sigur víðari, at Jesus doyði ikki av elli, sjúku ella vanlukku. Heldur ikki tók hann lív sítt sjálvur. Hann gav ikki bara lív sítt, men hann gav seg í hendurnar á menniskjum til líðing. Hann doyði sum loysigjald og varð sigurharri yvir grøvini.

Torført at trúgva

Tað er ikki so torført at trúgva, at Jesus einaferð livdi og búði millum menniskju. Tað er heldur ikki so torført at trúgva, at hann varð píndur og krossfestur, til hann at enda doyði. Torførari er at trúgva, at hann reis uppaftur frá teimum deyðu.
 
Men hetta er Zacharias als ikki í iva um. Hann hevur gjøgnum árini lisið og granskað hetta evnið gjølla og hildið eitt ótal av røðum og fyrilestrum um Jesu uppreisn. Umframt bøkur hevur hann eisini givið út fløgur, sum viðgera kreftir hins komandi heims.
 
- Uppreisn Kristusar ? og uppreisnin í heila tikið hevur altíð verið og er framvegis eitt sera forvitnisligt og týdningarmikið, men umstrítt evni, sigur hann m.a. í bók sínari.
 
Hann vísir á tað, sum Jesus segði við saddukeararnar, sum ikki trúðu upp á einglar, andar og heldur ikki upp á uppreisnina: ?Tit villast, tí tit kenna ikki skriftirnar, ei heldur mátt Guds!?
 
Í eini og hvørji rættarsøk er av størsta týdningi, at sonn og álítandi vitni eru tøk og vitnisfrágreiðing teirra til skjals. Ein og hvør søk stendur føst við tveimum ella trimum vitnum, sigur bíblian. Álítandi vitni eru mong fyri uppreisn Kristusar, sigur Zacharias og nevnir øll tey mongu, sum sóu Jesus, eftir at hann var upprisin.

Grøvin er tóm

Í bókini,? Kreftir hins komandi heims?, sigur høvundurin eisini, at Kristindómurin stendur og fellur við uppreisnini. Tak uppreisnina burtur, og allur kristindómurin skramblar saman. Trýrt tú á Jesus Kristus, so trýrt tú uppreisnini. Trýrt tú ikki uppreisnini, so missir tú alt og hevur eftir bert ein hjálparleysan Jesus eftir.
 
Munurin millum kristindómin og heimsreligiónirnar er, at tú finnur gravirnar, har leiðarar teirra liggja jarðaðir, men grøv Jesusar er tóm.
 
Henda lítla søgan úr India, sum vit eisini hava funnið í bókini hjá Zachariasi, er eitt gott dømi um, hvussu fátæksligur gleðiboðskapurin hevði verið, um vit ikki trúðu, at Jesus er upprisin.
 
Ein trúboðari í India greiðir frá, at ein dagin, hann kom til ein bý har í landinum, var ein stór skrúðgonga við túsundtals fólkum. Tey komu við frøi og fagnaði gjøgnum gøturnar, tí teir í eini grøv høvdu funnið eitt bein og nakrar leivdir eftir ein av teirra stóru gudsmonnum, einum halgimenni í India. Tá helt kristni trúboðarin fyri: ?Hvussu rámandi satt tað er, at mótvegis hesum mikla fagnaði, hevði tað verið ein stórur sorgarleikur fyri kristindómin, um onkur hevði funnið eitt bein ella leivdirnar av likami Jesusar í grøv Hansara?.<o:p></o:p>