Síðstu limirnir í »gomlu starvsnevndini« í Fótbóltssambandinum verða noyddir at takka fyri seg á aðalfundinum næsta leygardag, tí næstan øll feløgini stuðla trý onnur valevni. Freistin at stilla valevni upp til starvsnevndina hjá Fótbóltssambandinum er ikki úti fyrr enn á midnátt, men longu nú kann sigast við rættiliga stórari vissu, at avtalaða uppruddingin í starvsnevndini, sum byrjaði í fjør, nú verður gjøgnumførd.
Hetta tykist greitt, eftir at AB, B36, FC Hoyvík, FF Giza og Undri FF í kvøld eru komin ásamt um, at tey stilla Heðin D. Poulsen upp til starvsnevndina. Frammanundan hava vágafeløgini stillað Jógvan Páll Joensen upp og NSÍ hevur stillað Trygva Mortensen upp.
Stórur meiriluti fyri semjuni
Hesi trý valevnini eru stillað upp í tráð við semjuna, feløgini gjørdu á formansfundi fyrst í desember, sum gekk út uppá, at haldast skuldi fast við uppruddingina í starvsnevndini, so teir síðstu tríggir limirnir skuldu út, eins og teir fýra, sum fóru tað á aðalfundinum í fjør.
B71 hevur stillað Karl Vidtfeldt upp og B68 Niclas Davidsen, hóast tað er ímóti semjuni millum fótbóltsformenninar. Hinvegin tekur Niklas á Líðarenda ikki við afturvali á aðalfundinum næsta leygardag, 26. februar.
Men av tí at mestsum øll fótbóltsfeløgini í landinum taka undir við teimum trimum nýggju valevnunum, er sera sannlíkt, at síðstu tríggir limirnir í »gomlu starvsnevndini« nú verða noyddir at takka fyri seg.