Uppsøgnin av landsverkfrøðinginum endar nú í tinginum

? Um Finnbogi Arge ikki dámdi Henning Jacobsen, skuldi tað borið til at loyst trupulleikan, uttan at kollvelt allan bygnaðin. Nú haldi eg, at stórur vandi er fyri, at landsverkfrøðingurin fer í knas, og at fleiri verkfrøðingar stinga av heldur Jóannes Eidesgaard, sum reisur málið í tinginum

? Eg vil hava at vita, hví Henning Jacobsen, landsverkfrøðingur nú er uppsagdur.

Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins, tekur uppsøgnina av Henningi Jacobsen í Tinginum so álvarsliga, at hann fer at reisa málið i tinginum

Hann fer tí at reisa ein fyrispurning í tinginum til Finnboga Arge, landsstýrismann í vinnumálum um orsøkirnar til, at Landsverkfrøðingurin nú er uppsagdur.

Fyrispurningurin varð fráboðaður í tinginum í gjár og tað verður atkvøtt um hann hósdagin 7. januar.

Jóannes Eidesgaard skilir nevniliga ikki, hvørjir fyrimunirnir eru við at siga Henning Jacobsen, og at seta ein fíggjarfrøðing at stýra landsverkfrøðinginum.

Hann fýlist eisini á, at ein so stór avgerð verður tikin uttan um løgtingið.

? Eg vil tí hava Finnboga Arge at greiða tinginum frá, hví tað er fyrimunur at leggja tveir stovnar saman, sum eru so ymiskir, sum Strandferðslan og Landsverkfrøðingurin eru.

? Annar stovnurin er ein tænastustovnur burturav, og hin stovnurin er ein tekniskur stovnur burturav, og eg dugi ikki at síggja, hvussu tey bæði starvsøkini kunnu sameinast, sigur Jóannes Eidesgaard.

? Eg hevði skilt tað betri, um ætlanin var at leggja Strandferðsluna og Postverkið saman, ella um ætlanin var at leggja Landsverkfrøðingin og Matrikkulstovuna saman.

? Har kundi eg sæð ein ávísan rationaliseringsfyrimun, tí hesir stovnarnir líkjast meiri hvør øðrum.

Formaðurin í javnaðarflokkinum heldur ikki, at tað er nakað endamál í sær sjálvum at leggja stovnar saman.

? Tað skulu vera onkrir fyrimunir við samanleggingini.

? Og eg vil fegin hava Finnboga Arge at greiða tinginum frá, hvar teir ítøkiligu fyrimunirnir eru, og hvar tær ítøkiligu sparingnarnar eru í rakstrinum.

Finnbogi Arge hevur boðað frá, at verða stovnarnir lagdir saman, ber til at spara bæði í rakstri og í íløgum.

? Men eg dugi ikki at síggja, hvar tann rakstrarligi vinningurin er við at leggja Strandferðsluna og Landsverkfrøðingin saman, tí teir báðir stovnarnir eru so ymiskir at tað ber ikki til at leggja partar av virkseminum saman.

? Og eg dugi heldur ikki at síggja, hvussu tað ber til at spara í íløgunum. Tí eftir mínum tykki eru íløgurnar ein politiskur spurningur, sum løgtingið tekur støðu til.


Arbeiða eftir reyv

Nú hevur landsstýrismaðurin boðað frá, at hetta stjóraskiftið er fyrsta stigið í eini bygnaðarbroyting, og at annað stigið verður at útgreinað og kanna virksemið at vita, hvar tað ber til at spara?

? Ja, men haldi, at hetta er at arbeiða eftir reyv. Fyrst verður tann stóra avgerðin tikin. Og so verður kanningin sett í verk at vita, um nakrir fyrimunir eru. Sjálvandi skulu kanningarnar gerast fyrst. Tí hvat hendir nú, um niðurstøðan av teimum verður, at tað verður dýrair at leggja báðar stovnarnar saman?

? Hetta er Finn Normann Christensen umaftur. Hann kollvelti allan tann almenna bygnaðin uttan fyrst at løysa hann út í æsir at vita, hvat virkaði og, hvat ikki virkaði.

? Nú verður sama mistak endurtikið. Tað mátti borið til at vita, hvar hesir báðir stovnarnir kunnu samstarva, uttan at fara so álvarsliga til verka, sum her er gjørt.

Eigur leiðarin á einum stovni sum Landsverkfrøðinginum at verða teknikari?

? Ja, tað haldi eg. Eftir mínum tykki er ongin sum helst ivi um, at leiðarin á Landsverkfrøðinginum má vera ein teknikari, sum hevur førleika til at taka fakligar og tekniskar avgerðir. Tað er neyðugt, at starvsfólkið hevur ein leiðara við drúgvum, tekniskum royndum at hella seg til.

? At seta ein fíggjarfrøðing at stjórna landsverkfrøðinginum er at leggja ov stórar byrðar á herðarnar á honum, tí tað mátti verið ómetaliga trupult, fyri ikki at siga ómøguligt hjá stjóranum á Strandfeðsluni at tikið tekniskar avgerðir.

? Men er tað neyðugt við ymsum fíggjarligum útreiningum, hevði tað borið til at fingið ein fíggjarfrøðing at ráðgivið Landsverkfrøðinginum eina avmarkaða tí, uttan at avhøvdað leiðsluna á stovninum.


Vandi fyri at fleiri verkfrøðingar ýma

Jóannes Eidesgaard sigur, at hann vil eisini hava Finnboga Arge at greiða tinginum frá, hvussu ætlanin er at tryggja, at tann førleiki og tann vitan, sum Landsverkfrøðingurin hevur bygt upp seinastu 50 árini, verður varðveitt í Føroyum.

Hann metir nevniliga, at tað, sum er hent, kann verða til álvarsligan vanda fyri landsverkfrøðingsstovnin og allan tekniskan kunnleika í Føroyum.

Fara arbeiðsumstøðurnar hjá Landsverkfrøðinginum at broytast munandi, ella at versna munandi, er vandi fyri, at fleiri verkfrøðingar fara at siga upp.

? Og tá ið vit so eisini vita, at sannur gravgangur er eftir verkfrøðingum bæði í Danmark og Noregi t.d., er freistingin stór hjá teimum at rýma, um tað fakliga umhvørvið í Føroyum ikki er nøktandi.

Og Jóannes Eidesgaard heldur, at tað hevði verið ein vanlukka fyri Føroya land, um vit missa hesa vitanina og hendan førleika av landinum.

Eitt nú heldur hann, at tað er ein heilt ótrúlig niðurgerðing av teknisku serfrøðini í hesum landi, at ein nevnd nú er sett at standa fyri tunlinum undir Vestmannasundi, men at lopið verður lætt og elegant upp um ein kapasitet sum Landsverkfrøðingin í hesum arbeiðnum, so at hann ikki sleppur í hesa nevndina.

? Ikki minst, tá ið Landsverkfrøðingurin altíð hevur tikið undir við føstum sambandi um Vestmannasund, tó at hann heldur tað vera óneyðugt at biða útlendingar gera arbeiði fyri okkum.

? Tað mátti eisini ríma betri við fulveldisætlanina at vit gera sum mest arbeiði sjálvir og ikki biðja útlendingar gera tað fyri okkum, sum vit megna sjálvir.


Gera Føroyar meiri borgarligar

Annars vísir Jóannes Eidesgaard á, at ráðgevandi nevndin hjá forsætismálaráðnum nevnir í seinastu frágreiðingini møguleikan at selja burturav hjá Strandferðsluni, og at bjóða bussrutur og ferjurutur út.

? Samstundis vita vit, at hetta stendur í samgonguskjalinum.

? Tí vil eg eisini hava at vita frá Finnboga Arge um hetta er ein liður í arbeiðnum at gera Føroyar meiri borgarligar.


Ongantíð havt trupulleikar

Men tá ið tú ikki sært nakra sparingar, ella aðrar fyrimunir, hevur tú so gjørt tær nakrar metingar um, hvørjar tær veruligu grundirnar kunnu verða til, at Landsverkfrøðingurin nú verður uppsagdur?

? Er tað so, at Finnbogi Arge ikki dámar Henning Jacobsen, skuldi trupulleikin verðið loystur øðrvísi uttan at kollvelt tann almenna bygnaðin.

? Annars dugi eg heldur ikki at síggja, hví Finnbogi Arge skal hava havt trupulleikar av Landsverkfrøðinginum.

? Eg veit onki annað enn, at hann hevur verið sera loyalur ímóti Landsstýrinum. Sjálvur havi eg havt eitt sindur við hann at gjørt í mínari tíð sum landsstýrismaður og løgtingstingsmaður, men eg havi ongantíð hildið, at hann hevur verið trupul at samstarva við.

? Tað er væl eisini ein uppgáva hjá landsstýrismanninum at leggja sín verumáta um, so at hann kann samstarva við fólki. ? Hann kann ikki bara kappa høvdið av øllum, hann ikki klárar upp við, og reinsa út frá hond, heldur Jóannes Eidesgaard.