Uppsagdir landsstýrismenn á Rás2

Nógvir felagsnevnarar eru millum Sámal Petur í Grund og Kára P. Højgaard

Í desember 1997 var Sámal Petur í Grund sagdur úr starvi sum landssstýrismaður orsaka av handfaringini av málinum um Vágatunnilin, sum ætlanir vóru um at gera. Sámal Petur í Grund, sum umboðaði Sjálvsstýrisflokkin, var fyrsti landsstýrismaðurin, sum varð koyrdur úr starvi eftir nýggju stýrisskipanarlógini. Tað var Edmund Joensen, sambandsløgmaður, sum loysti Sámal Petur úr starvinum
Í september í fjør var Kári P. Højgaard sagdur úr starvi sum landsstýrismaður orsaka av handfaringini av málinum um Eysturoyartunnilin, sum ætlanir eru um at gera. Kári P. Højgaard, sum umboðar Sjálvstýrisflokkin, er higartil seinasti landsstýrismaðurin, sum er koyrdur úr starvi. Tað var Kaj Leo Holm Johannesen, sambandsløgmaður, sum loysti Kára P. Højgaard úr starvinum.
Mánadagin verða Sámal Petur í Grund og Kári P. Højgaard gestir í sendingini Rás2 Seinnapartur, har teir fara at greiða frá, hvussu tað er at verða sagdur úr starvi sum landsstýrismaður, hvussu tað fer fram, og hvussu teir síggja sín leiklut í báðum tunnilsmálunum.
Rás2 Seinnapartur verður í luftini mánadagin millum kl. 13 og 17.