Samgongan samtykti fyri løtu síðani endaliga lóggávuna, ið skipar fiskiskapin eftir makreli og norðhavssild í summar.
Einasta broyting í mun til uppruna-uppskotið hjá Jacob Vestergaard er ein nýggj grein-5, ið er soljóðandi:
§ 5. Manningar á fiskiskipum undir føroyskum flaggi, sum fiska sild og
makrel í 2013, og manningar á móttøkuskipum undir føroyskum flaggi skulu lønast sambært føroyskum hýrusáttmálum. Í minsta lagi tríggir fjórðingar av manningini skulu vera føroyingar. Útlendingar, sum hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, verða javnsettir við føroyingar.
Andstøðuuppskot um at herða reglurnar upp aftur meira og seta beinleiðis í lógina, at fiskifør skulu hava sáttmála við føroysku manningarfeløgini, og manningin lønast sambært hesum sáttmálum, varð felt.
Eisini hevur løgtingið felt ikki færri enn tvey andstøðuuppskot um at selja part av makrel- og sildakvotuni á uppboðssølu.
FAKTA um uppsjóvarlógina:
Landsstýrið roknar við at fáa 116 milliónir krónur í tilfeingisgjaldi frá fiskiskapi eftir makreli og norðhavssild í ár. Nótaskipini, sum fáa størstu kvoturnar, skulu gjalda 76 milliónir í landskassan
Eins og í fjør, so verður lagt eitt avreiðingargjald á tvær krónur kilo á alla veiðu, sum antin verður avreidd uttanlands ella til útlendsk móðurskip. Tó so at trolarar í heimaflotanum og línuskip sleppa við avreiðingargjaldi á eina krónur kilo.
Afturat avreiðingargjaldinum er eitt veiðigjald, bæði á makrel og sild. Veiðigjaldið er 0,75 krónur kilo á allan makrel, ið nótaskipini og ídnaðarskipini fiska. Eisini skal bólkurin trolarar við rættindum uttanfyri Føroyar rinda sama veiðigjald, 0,75 krónur kilo. Hinvegin skal heimaflotin sleppa undan veiðigjaldi. Leisturin fyri sildakvotuna er tann sami, men har er veiðigjaldið 0,35 krónur kilo.??
Sambært roknistykkinum hjá Fiskimálaráðnum verða tað tí nótaskipini, sum koma at rinda størsta partin av tí tilfeingisgjaldi, ið landsstýrið ætlar at krevja inn í ár. Nótaskipini skulu rinda 55 milliónir krónur í veiðigjaldi fyri makrelin og 21 milliónir í veiðigjaldi fyri sildina.
Makrel- og sildakvotan verður býtt sambært kunngerð, ið enn ikki er lýst. Uppleggið hjá landsstýrismanninum sæst HER