Uppskot: Soleiðis skal nýggja miðstaðarøkið í Vestmanna síggja út

Vestmanna Kommuna skrivar um skitsuuppskotið á heimasíðu síni

Vestmanna Fiskavirki hevur latið gjørt eina skitsuverkætlan til miðstaðarøkið í Vestmanna. Eyðun Olsen, stjóri, greiðir soleiðis frá uppskotinum: 

 

– Skitsuuppskotið er ikki eitt ”liðugt” prosjekt men eitt opið hugskotskatalog til eitt nýtt miðstaðarhús, ið vónandi fer at kveikja hugskot og skapa møguleikar og samstørv til gagns fyri framtíðina í Vestmanna, sigur hann.

 

Skitsuupskotið verður sýnt fram á kommunuskrivstovuni inntil ársskiftið.

 

Selmar Nielsen, arkitektur, lýsir staðsetingina soleiðis.

 

– Virkisbygningurin liggur á markinum millum havnarøkið og miðstaðarøkið. Staðsetingin framvið havnarøkinum á aðrari síðuni og bygdini liggjandi á hinari síðuni, skapar ein náttúrligan miðdepil, sum eigur at verða gagnnýttur. Nýggja miðstaðartorgið verður náttúrligi miðdepilin í Vestmanna. Harumframt verður tað nýggja bindiliðið millum bygdina og havnina við møguleikum fyri fleiri nýggjum funktiónum og tilboðum, til gleði fyri allar borgarar í Vestmanna.

 

(Kelda: Vestmanna.fo)