Uppskotið verður lagt fyri Løgtingið nú. Kanska longu í dag, men helst ikki fyrrenn í næstu viku. Tað sigur Jógvan Skorheim, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri, og formaður floksins.
Fyri trimum vikum síðani boðaði hann frá, at Sjálvstýrið fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at banna kvinnum at ganga í burka og í niqab í Føroyum.
Burka og niqab eru klæðir, summar muslimskar kvinnur ganga í, og sum eisini fjala alt andlitið. Og Sjálvstýrið heldur, at tað er tekin um eina kvinnukúgan, sum ikki hoyrir heima í okkara mentan, og sum vit helur ikki vilja hava í Føroyum.
Og hóast ongar kvinnur ganga í burka í Føroyum, heldur Jógvan Skorheim, at slík mál eiga at viðgerast, longu áðrenn tær fyrstu kvinnurnar síggjast i burka á gøtuni í Føroyum.
Les eisini: Burkabann má viðgerast í friðartíðum
Síðani hoyrdist einki aftur – men tað er ikki tí, at Jógvan Skorheim hevur broytt meining. Tvørtur ímóti sigur hann, at eitt uppskot um hetta er latið Løgtingsskrivstovuni fyri eini tíð síðani.
Løgtingsskrivstovan hevur havt onkrar viðmerkingar til smálutir í uppskotinum, men nú verður tað rættað, og so verður uppskotið lagt fram. Jógvan Skorheim væntar ikki at tað verðru í dag, men so verður tað í næstu viku.
Tað eru ikki øll, sum taka undir við ætlanini hjá Sjálvstýrinum: Les meiri um tað her: Burkabann tænir ikki kvinnuni
Og í Amnesty International í Føroyum halda tey beinleiðis, at hetta er ódámligt. Les meiri um tað HER