Jógvan Sundstein
Síggi í fjølmiðlunum, at Tjóðveldisflokkurin (nú Tjóðveldi) hevur lagt fram lógaruppskot um at hækka skattin hjá fólki. Eg sigi við vilja at hækka skattin, tí galdandi lóg ásetur ein skattastiga, sum fyri 2008 krevur lægri skatt, enn tann, sum Tjóðveldið nú skjýtur upp. Grundgevingarnar hjá Tjóðveldinum fyri uppskotinum eru:
a) at taka eitt sindur av ferðini av einum búskapi, ið er á veg móti álvarsligum trupulleikum
b) at spara landskassanum 72 mió. kr. og kommununum 13 mió. árliga
c) at minka eitt sindur um sosialu gjónna
d) at bøta um grundarlagið fyri haldgóðum vælferðartænastum
Viðvíkjand a). Tað er helst rætt, at ein skattahækking minkar um ferðina á búskapinum. Tað hava vit sæð i ólukkumáta fyrr. Tað er rættiliga upplagt, at tann tørvur, sum í løtuni er á arbeiðsmegi kemur at standa við og versna. Serliga minkar hugurin hjá fólki við arbeiðsmøguleikum at taka eina hond eyka í, tí skatturin fer við ov stórum parti av meirinntøkuni. Tann skipaða skattalækkingin, sum hevur verið framd seinru árini í Føroyum hevur havt við sær búskaparliga framgongd og meirinntøku til bæði arbeiðstakarnar, vinnuvirki, landskassa og kommunurnar. Hendan gongdin fer at steðga, og tí kemur búskapurin í størri trupulleika av framlagda uppskotinum.
Viðvíkjandi b). Skattahækkingin fer ikki at spara landskassanum 72 mió. og kommununum 13 mió. Um teoriurin hjá Tjóðveldinum passaði høvdu landið og kommunurnar fingið 85 mió. afturat til nýtslu (neyvan sparing). Men nú heldur teoriurin ikki, tí inntøkurnar vera minni, bæði hjá fólki og hjá landinum og kommununum.
Viðvíkjandi c). Sosiala gjógvin minkar ikki við at krevja meiri inn í skatti frá fólki. Tvørtur í móti kann væntast, at fleiri fólk fáa ein sosialan tørv, sum tey ikki høvdu havt, um tey høvdu samanlagt tær 85 mió. tøkar, sum galdandi lóg roknar teimum til.
Viðvíkjandi d). Hetta er vanliga grundgevingin, sum eisini verður brúkt sum herróp í Danmark, nevniliga: Skattalætta ella vælferð. Veruleikin er tvørturímóti. Við einum vælskipaðum skattapolitikki við lágum skatti, og um neyðugt skattalættum, økist vælferðin. Partvís tí, at sosiali tørvurin verður minni, og tí at lægri skattur nærmast sum ein náttúrulóg eisini gevur størri inntøkur til almennu kassarnar. Tí eitur tað ikki: Skattalætti ella vælferð, men skattalætti og vælferð.
Eg síggi eisini, at Tjóðveldið í løgtingsmálinum setur upp á einum skema, at teirra uppskot fær fíggjarligar og búskaparligar avleiðingar fyri bæði lands- og kommunalar myndugleikar, fyri pláss í landinum, fyri ávísar samfelagsbólkar og fyri vinnuna. Tað er rætt, at tað kann skrivast ja út fyri øllum hesum. Men í øllum førunum verða hesar avleiðingarnar negativar, uttan undantak.
Eg síggi eisini í referati frá tingviðgerðini av málinum, at fíggjarmálaráðharrin tekur undir við uppskotinum frá Tjóðveldinum. Hann sigur millum annað, at skattalættin í hesum valskeiði hevur verið 383 mió., móti ætlaðum 250 mió. Tað er júst ávirkanin frá skattalækkingarpolitikkinum, at upphæddirnar eru vorðnar so stórar. Tað er tann positiva ávirkanin, sum ger seg galdandi. Hevði skattalækkingin ikki verið framd, høvdu hesir pengar ikki eksisterað. Men nú eru teir har, og ein størri partur er eisini farin í landskassan og kommunukassarnar, júst takkað veri hesum politikki.
Annars sær út til, at summir politikkarar halda, at fær fólk minni skatt, so fara allir pengarnir út í eyka nýtslu (at skilja sum óneyðuga nýtslu). Tað er ikki givið, at hetta er rætt. Nýtslumynstrið er nógv meira fjølbroytt, og ein partur fer til uppsparing og til dømis keyp av partabrøvum.
Ein áhugaverd útsøgn kom eisini fram undir tingviðgerðini. Tað var Høgni Hoydal, sum helt tað vera forvitnisligt, at ein politiskur fíggjarmálaráðharri úttaði seg fakliga og ikki hugsjónarliga. Hetta fær meg at koma í hug orðini hjá Paulusi, at kunnskapurin blæsur upp, kærleikin byggir upp. Tá ein politikkari bert hevur kunnskapin sum grundstøði, skal hann hava eitt annað arbeiði. Tað eru hugsjónirnar sum fremja framburð. Kunnskapurin er góður at hava sum amboð.