Jørðin verður heitari og heitari, og hetta hevur millam annað við sær, at ísurin á Norðpólinum bráðnar skjótt.
Granskarar um allan heim klóra sær í høvdinum og koma við alskyns uppskotum um, hvat gerast kann fyri at steðga vaksandi hitanum. Summi uppskot eru so sum so.
Stephen Salter eitur ein granskari á Edinburgh University. Á ein fundi við bretskar tinglimir hevur hann mælt til, at torn verða bygd, og hesi torn skulu spræna sjógv út í atmosferuna, skrivar videnskab.dk
Hugsan hansara er at fáa sjógvin at spreiða seg so nógv, at teir smáu droparnir gera pinkalítlar kjarnir. Hesar kjarnur skulu gera skýggini tættari og hvítari, so tær kasta meira sólorku út aftur í luftrúmið.
Stephen Salter heldur, at tornini skulu standa norðarliga á hálvkúluni, har nóg mikið er av landjørð og luft.
Hann mælir til at byggja slík torn í Beringsstrætinum millum Russland og Alaska. Hin møguleikin er Føroyar.
Granskarin metir, at neyðugt verður at byggja 100 torn.
Eigil Kaas, professari á Niels Bohr stovninum á universitetinum í Keypmannahavn heldur lítið um hetta uppskot. Vatndroparnir høvdu bara dampað, sigur hann.
- Í Føroyum er so nógvur stormur, regn og sjórok, smáir vatndropar, sum verða tveittir upp í luftina av aldum og vindi. Teir ferðast runt uppi í luftini, sigur Eigil Kaas, sum heldur uppskotið hjá bretska granskaranum ljóða gagg.