Soleiðis sum loftmiðlarnir hava borið málið fram seinastu dagarnar, skuldi ein trúð, at talan er um ógvuliga víttfevnandi broytingar av rúsdrekkalógini, men tað er ikki veruleikin, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður.
Festivalarnir sleppa ikki at skeinkja
Landsstýrismaðurin vísir á, at til dømis hava fyriskipararnir av festivalum skilt broytingaruppskotið soleiðis, at teir nú sjálvir sleppa at skonkja fyri festivalsgestunum.
- Uppskotið leggur upp til, at tað skal bera til at skonkja á eitt nú festivalum, men tað skulu verða persónar, ið frammanundan hava skeinkiloyvi, ið skulu standa fyri hesum. Fyriskipararnir hava ikki sjálvir skeinkiloyvi, og tí kunnu teir ikki rokna við at sleppa at skonkja. Harumframt sigur uppskotið, at tá ið talan er um skeinking uttandura, verðut tað bert øl, ið kann skeinkjast, og hetta skal í mesta lagi hava eina styrki, ið er 4,6 prosent. Hetta framgongur tíverri ikki nóg greitt í lógaruppskotinum, og fari eg tí at biðja løgtingið um at nágreina hetta í endaliga uppskotinum, tvs. at Vinnunevndin verður biðin um at gera broytingaruppskot, so at hetta verður púra greitt, greiðir Bjarni Djurholm frá.
Í uppskotinum verður tó latið upp fyri, at í teimum førum, har eingin loyvishavari hevur møguleika at standa fyri skeinking til eitt stórt tiltak, ber til at geva ábyrgdarfullum persóni loyvi at skeinkja.
- Her hava vit tó serliga hugsað um eitt nú útoyggjarnar, har eingin hevur skeinkiloyvi. Til dømis kann tað verða í sambandi við eina útoyggjastevnu í eitt nú Skúgvi, at ein ábyrgdarfullur persónur fær loyvi at standa fyri skeinking, sigur landsstýrismaðurin.
Skot í tóman heim
Í Degi og Viku í gjárkvøldið fanst Bill Justinussen, løgtingslimur, harðliga at broytingaruppskotinum, ið hann helt verða ein roynd at lumpa eina liberalisering av rúsdrekkalógini ígjøgnum. Hesum er Bjarni Djurholm als ikki samdur í.
- Hatta er fullkomiliga skot í tóman heim. Eg havi sitið á hesum málsøki í nógv ár, og eg veit, at var talan ikki um ógvuliga avmarkaðar broytingar í lógini, so varð uppskotið ongantíð borið niðan í tingið. Hetta snýr seg bert um at loyvishavarar kunnu skonkja í sambandi við størri tiltøk so sum konsertir, ráðstevnir, fundir og annað, og at tað í ein avmarkaðan mun skal bert til at lata øðrum loyvi at skonkja í sambandi við tiltøk, har loyvishavari ikki hevur møguleika at skonkja, sigur Bjarni Djurholm at enda.