Uppskotið um Sandoyartunnilin av skránni

Løgtingið skuldi viðgera uppskotið hjá Gerhardi Lognberg í gjár, men málið bleiv tikið av skrá eftir áheitan frá uppskotsstillaranum Gerhard Lognberg bað um at fáa málið av dagsskránni, tí hann hevði forfall og kundi tí ikki vera á tingfundinum í gjár.

Nær uppskotið kemur aftur á dagsskránna hjá Løgtinginum er ikki greitt.

Uppskotið hjá Gerhardi Lognberg er eitt lógaruppskot um fast samband millum Streymoynna og Sandoynna. Har verður skotið upp, at landsstýrismaðurin í vinnumálum skal stovna alment partafelag, sum skal gera og reka Sandoyartunnil. Partafelagið skal fáa 805 mió. krónur á fíggjarlógini - tað fyrsta í ár og síðani tey næstu 14 árini.