Tíðidastovurnar, AFP og AP, vita í dag at siga, at uppskotið hjá USA um loysn av kreppuni millum Russland og Ukraina nevnir ikki økini í Ukraina, sum Russland hevur hersett.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, heitir á ST um at samtykkja uppskotið, sum leggur upp til eina skjóta loysn av krígnum í Ukraina.
Russiski ST-sendimaðurin, Vasilij Nebenzia, tykist sambært útlendskum miðlum at vera nøgdur við uppskotið. Hann heldur tó, at uppskotið átti at sagt, hvørjar røturnar til kríggið eru.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, sigur, at USA hevur skrivað eitt einfalt uppskot, og hann heitir á øll ST-limalond um at taka undir við uppskotinum.
Ætlanin er sambært útlendskum miðlum, at ST mánadagin skal atkvøða um amerikanska uppskotið til friðarloysn.
Men, tað verður eftir øllum at døma ikki bert tað eina uppskotið, sum skal viðgerast í ST. Eitt annað uppskot er frá evropeiskum londum saman við Ukraina.
Uppskotið, sum evropeisk lond saman við Ukraina fara at leggja fram fyri ST, snýr seg um, at Russland tekur sínar herdeildir úr Ukraina í stundini.