Uppskrift: Dalgona kaffi hittar kring heimin nú

Her er uppskriftin upp á leskiliga suðurkoreanska kaffidrykkin, sum hittar kring heimin júst nú. Hetta er lætt at gera og njóta á Páskum

Tit hava møguliga longu hoyrt um nýggja kaffidrykkin, sum øll tosa um á netinum: Dalgona coffee.

Tað byrjaði á Tik Tok, har fleiri brúkarar vísa, hvussu tey gera dalgona kaffi. Eisini er Instagram á tremur við dalgona myndum, eins væl og uppskriftir av sama kaffidrykki eru á Facebook. 

Dalgona kann njótast bæði sum kalt ís-kaffi og sum ein heitur umvendur cappuccino. Hesin søti drykkurin er so lættur at gera, at tá hann einaferð er royndur, er tað sera sannlíkt, at hann verður gjørdur aftur.

Og í hesum døgum, tá vit øll halda okkum frá almennum støðum, so sum kaffistøðum, so er upplagt at royna ein slíkan heima. Her hava tit tí uppskriftina:

 

Tilfar:
3 súpuskeiðir av instant-coffee
2 súpuskeiðir av sukri
400-500 ml av mjólk

##med2##

Mannagongd:
Píska kaffi, sukur og 3 súpuskeiðir av kókaðum vatni í einum bolla í á leið 5 minuttir inntil blandingin er tjúkk, stív og luftig. Hetta er lættast við einum pískara, men tað kann eisini pískast við pískirís.

Skal kaffi vera heitt, hita so mjólkina og stoyt í tvey gløs. Skal kaffi vera kalt, stoyt so mjólkina í tvey gløs og koyr ísterningar í, um tú vilt.

Být pískaða tilfarið í helvt, og brúka eina skeið til at leggja tað pent omaná mjólkina. Borreið og rør drykkin, áðrenn hann verður notin. 

Gleðiligar páskir!

##med3##