Uppskrift: Klassiskar piparkøkur

Jólabakstur saman við børnunum

Jólabakstur eigur ikki at verða stríð, strev og res. Nýt heldur tíðina saman við børnunum, og lat tey avgerða, hvussu køkurnar verða formaðar og prýddar. Tær jólaligastu og mest sjálvsøgdu smákøkurnar á jólum eru klassisku svensku siropskøkurnar – og tað stuttliga er, at tað væl ber til hjá børnum at vera við at rulla, forma og at prýða hesar vælsmakkandi jólakøkurnar.

 

Uppskrift: Klassiskar svenskar siropskakur:
á leið 300 stk 

300 gram av smøri

2,5 dl av sukri

2,5 dl av brunfarin

1 dl av ljósum siropi

1 súpuskeið av malnum ingiferi

2 súpuskeið av malnum kaneli

1 súpuskeið av neliki

2 teskeiðir av kardamummu

1 súpuskeið av natron

2 dl av vatni

900 gram av hveitimjøli

 

Prei: Tað er eisini lekkurt við eitt sindur av hakkaðum mandlum í deigginum

 

Prei: Hesar eru lættar at rulla út, forma og leggja á bakiplátu, so tað er stak lætt hjá børnum at vera við

 

 ##med2##

 

Mannagongd:

Viga smørið í góðari tíð, so tað verður bleytt, áðrenn tú byrjar

Koyr sukur og sirop í smørið og knoða saman við hondhvirlu ella rørikaskinu til deiggið verður glatt

Koyr síðani ingifer, kanel, nelikur, kardamummu og natron í. Knoða saman til deiggið er glatt og koyr síðani vatnið í.

Eftir tað skal mjølið latast úti so við og við inntil deiggið verður tjúkt. Knoða síðani deiggið saman á borðinum við hondunum.

Pakka deiggið í film ella plastikk og legg í kuldaskápið í minst eitt døgn, áðrenn tað skal brúkast.

 

Baking:

Tak nakað av deigginum og rulla tað tunt út á borðið, har tú síðani skerur kakurnar út við ymiskum útskerarum. Nýt ein breiðan flatan knív til at flyta smákøkurnar av borðinum og yvir á bakiplátuna.

Set ovnin á 200-225 stig og baka í á leið fimm minuttir. Eru køkurnar ov myrkar í botninum, so ber til at seta eina tóma bakiplátu undir plátuna við køkunum á.

Flyt varliga køkurnar av plátuni og lat kølna á einum fløtum undirlagi. Minst til, at tær brotna lætt.

 

Prei: Siropskøkur verða lekkrari, um tær verða bakaðar á kaldar smurdar bakiplátur, hóast bakipappír eisini kann nýtast.

 

Prei: Skalt tú gera hakk í køkurnar, soleiðis at tú kanst seta tær á ein góða kaffikopp, so má tað gerast, áðrenn tær verða bakaðar

 

Prei: Skal eitt hol í køkurnar, soleiðis at eitt band kann koyrast ígjøgnum, so skal tað eisini gerast, áðrenn køkurnar verða bakaðar.

 

Tjúkkur glasurur:

Umleið 250 gram av melis

Hvíta úr einum eggi

½ teskeið av sitrónsaft

Rør saman og sproyta á køkurnar við sproytiposa

 

Prei: Tað er ikki neyðugt at prýða siropskøkurnar við glasuri, men tað pyntar um.

 

Prei: Koyr fruktliting í glasurin, um tú ynskir til dømis reyðar ella grønar jólalitir.

 

Hugskot til prýði:

·      Hakkaðar mandlur

·      Morlaði bomm

·      Morlað sjokoláta

·      Sukurkúlur

·      Gull- og silvurstøv

·      Perlusukur

·      Bomm ella smarties

…Og nógv, nógv annað