Uppskrift: Lekkur páskareiður við marsipan og sjokolátu

Hug til okkurt søtt og páskaligt afturvið kaffinum í dag. Her er ein leskilig uppskrift frá Jóhonnu á Tjaldrafløtti, ið royndi hesi reiðrini úr vienarbreyðsdeiggj við sjokolátu og marsipan eggum - serliga lekkurt afturvið kaffinum, heldur hon

 

 

 

 

Páskareiður við sjokolátu og marsipan egg 20 stk.
140 g av smøri

2½ dl av mjólk

50 g av geri

4 súpisk av sukri

2 egg

½ tesk av kardamummum

½ tesk av salti

100 g av sjokolátu

Uml. 550 g av hveitimjøli

 

Omanyir:
Samanpískað egg

Perlisukur

  

Mannagongd:
Smelta smørið í einari grýtu og koyr mjólkina í so blandingin verður flógv

Loys gerina upp í flógvu vætuni. Koyr restina av tilfarinum í hveitimjølið seinast og elt væl, til deiggið sleppir ílatinum.

Set deiggið at ganga á flógvum staði í uml. 45 min.

Být deiggið í 20 bollar. Koyr hvønn bolla í tveir partar og rulla hvønn partin til uml. 24 cm til longdar

Snara longdirnar saman og  evna til eitt reiður. (lat hol verða í miðjuni)  legg á eina plátu sum er klødd við bakipappíri  og lat ganga í uml. 30 min.

Pensla við  egginum  og stroy sukri oman yvir

 

Hita ovnin til 180  og baka mitt í ovninum í uml. 15-18 min

Koyr marsipanegg í reiðrið