Upptøkureglurnar viðgerast í kvøld

Býráðslimir í Havn skulu taka støðu til eitt munandi broytt uppskot um nýggjar upptøkureglur til dagansingarstovnarnar og kommunalu dagrøktina

Í kvøld hevur Tórshavnar býráð fund og ellivu mál eru á skránni. Størsta málið er uppskotið til nýggjar upptøkureglur til dagansingarstovnarnar og kommunalu dagrøktina. Uppskotið hevur sum kunnugt verið fyri býráðsfundin fyrr, men nú tað kemur aftur á borðið, er tað munandi broytt.

Arbeiðsbólkurin, ið síðani í heyst hevur arbeitt við uppskotinum, er ikki einmæltur. Uppskotið er í 13 punktum. Formaðurin í sosialu nevnd, Heðin Mortensen, ið er minnilutin í bólkinum, tekur ikki undir við, at økislistar verða gjørdir so leingi tørvurin á stovnsplássum er so stórur. Meirlutin, Eyðun Jensen, Katrin Holm og Katrin Dahl, hinvegin mælir til at býta býin upp í fýra øki.

Verða upptøkureglurnar samtyktar á býráðsfundinum í kvøld, fáa foreldur, ið hava børn á bíðilista, eina betri og greiðari avgreiðslu. Tey fáa høvi at raðfesta ansingarstað í økinum, og tey fáa skrivligt svar frá umsitingini við fráboðan um, nær umsóknin er móttikin, hvat nummar barnið er á tí samlaða bíðilistanum, hvat nummar barnið er á økisbíðilistanum, og nær barnið væntandi kann fáa pláss. Eftir nýggju reglunum koma børn á bíðilista eftir umsóknardegnum. Tá pláss er tøkt skal fyrsta barnið á bíðilista í økinum hava tilboð.

Systkin fáa ikki framíhjárætt, men miðast eigur ímóti at systkin fáa pláss á sama stovni.

Av øðrum málum, ið limir í Tórshavnar býráð skulu viðgera og taka støðu til í kvøld, er eitt nú Býlingshúsið Inni á Gøtu, ið ikki fær pening til rakstur frá tí almenna fyrr enn í summar, hóast húsið letur upp hálvan apríl. Nýtslurætturin hjá Føroya Ellisakførum av gamla vatnbrunninum við Gráastein skal eisini viðgerast umframt leigusáttmálin millum Tórshavnar kommunu og Grunnin Tórsvøll. Onnur mál eru eisini á skránni.