Tað nyttar lítið at gerast firtin inn á ábyrgdarleysu gerðirnar og útsagnirnar hjá formonnunum í sambands- og fólkaflokkinum, nú eitt uppskot til fíggjarlóg er gjørt fyri 2008 – ið bert kemur at galda í hálvt ár.
Hevði kortini eina lítla vón um, at teir – ella um ikki annað fjølmiðlarnir – fóru at halda seg bert eitt lítið sindur til sannleikan í umrøðuni av fíggjarlóg, støðuni í almenna húsarhaldinum og búskapinum sum heild.
Men har fór eg skeivur. Uttan nakað samvitskubit at síggja til, sleppa formenninir í sambands- og fólkaflokkinum nú í fjølmiðlunum at geva nýggju føroysku stjórnini skuldina fyri upptakið av teirra egnu gerðum. Neyvan finst eitt vask í hesum landi, ið megnar at bera so nógvari handatváan.
Beinagrindir í skápunum
Nú vit lótu skápini upp í Fíggjarmálaráðnum fyri tveimum mánaðum síðani, duttu beinagrindirnar út í hópatali – og enntá í størri tali, enn vit høvdu roknað við, hóast vit hava ávarað staðiliga um gongdina seinastu fýra árini.
Bara framskrivingarnar av verandi virksemi og kostnaðurin fyri tey uppskot, ið sambands- og fólkaflokkurin samtyktu beint upp undir løgtingsvalið, geva eykaútreiðslur uppá knapar 300 mió. krónur. Var valið ikki útskrivað, vóru rokningarnar helst fleiri hundrað mió. hægri.
Hartil hava vit staðfest meirnýtslur í 2007 fyri omanfyri 60 mió. krónur. Broytingarnar í skattalættanum og nøkur nýggj avgjøld, sum sambands- og fólkaflokkurin avtalaðu at koma í gildi 1. januar 2008, men sum ikki vórðu samtykt, elva til, at vit missa aðrar 40-50 mió.kr. á inntøkusíðuni. Og harafturat vaksa útreiðslurnar til rentustuðul í stórum.
Við hesum fortreytum hevur tað í veruleikanum verið eitt torført tak at røkka einum úrsliti, ið gevur avlop uppá góðar hálvthundrað milliónir krónur.
Ongin fíggjarpolitikkur førdur
Vit kunnu bert staðfesta, at tá vit fóru úr Tinganesi í 2003 vóru kassarnir fullir og meira enn 2 milliardir spardar upp í Landsbankanum og skuld niðurgoldin í stórum. Tamarhald var á fíggjar- og búskaparpolitikkinum og kósin var løgd til ein sjálvberandi búskap. Avtalur vóru við kommunurnar. Langtíðarætlan varð gjørd fyri íløgur. Tamarhald var á inflasjón og prísvøkstri. Og stórt avlop á bæði handils- og gjaldsjavna.
Nú vit koma aftur er støðan hendan: Onki er spart upp, men bara brúkt av uppsparingini. Avtalur við kommunurnar sleptar. Ongin íløguætlan. Stórar meirnýtslur í almenna búskapinum. Metstórt hall á handilsjavna – og helst gjaldsjavna við. Inflasjón og prísvøkstur.
Skattalættar og blokkstuðul
Skattapolitikkurin hjá sambands- og fólkaflokkinum hevur elvt til hesa gongd, umframt at ongar bygnaðarbroytingar ella nøkur tiltøk yvirhøvur eru gjørd, ið kunnu brynja samfelagið til framtíðina.
Hetta hevur formaðurin í Búskaparráðnum ritað í stein herfyri. Trupulleikin er, at alt ov nógvir pengar eru sprændir út í nýtslu samstundis – frá bæði bankum, privatum og tí almenna.
At sambandsflokkurin so tosar um meira blokkstuðul, er burtur úr vón og viti. Varð blokkstuðulin ikki skorin, høvdu enn fleiri pengar verið sprændir inn og støðan enn truplari.
Ein undantaks-fíggjarlóg
Komin hálvt inn í fíggjarárið, ber sjálvsagt ikki til at fremja grundleggjandi bygnaðarligar broytingar, men tað arbeiðið er sjálvsagt farið í gongd fyri fíggjarlógina 2009.
Arbeiðið við hesi undantaks-fíggjarlóg hevur tí havt tveir einfaldar setningar:
At fáa tamarhald á útreiðslunum, steðga meirnýtsluni og tálma ófíggjaðu samtyktunum frá valárinum.
At seta í verk summar av teimum politisku raðfestingum, sum nýggja samgongan hevur sett sær sum greið mál.
Nýggjur politikkur hart útvaldur
Nýggju tiltøkini á fíggjarlógini hjá hesi samgonguni eru avmarkað til áleið 23 mió. krónur, og tær fara fyrst og fremst til útbúgving, umhvørvi, útlendingamál, uttanríkismál og stakar uppihaldarar.
Tað merkir sjálvsagt, at tey, ið høvdu ynskt at sæð øll tey stóru málini í samgonguskjalinum aftur í hesi uppruddingarfíggjarlóg, fara at koma við hvøssum atfinningum.
Og tí skulu vit ikki renna undan. Tað hevur verið neyðugt at valt rættiliga hart burturúr á hesi fíggjarlógini.
Tildømis hava vit á útbúgvingar-, mentanar og granskingarøkinum valt hægri útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum fremst, umframt fleiri lærara- og námsfrøðilesandi, har allar kunnu byrja í heyst. Meðan gransking og mentan bert hava fingið smávegis hækking – og verða sett veruliga á fíggjarlógina fyri 2009.
Stórar broytingar kortini
Hóast sera trupul val orsakað av fíggjarligu avbjóðingunum, so eru sera grundleggjandi broytingar og greið mál longu framd hesar góðar tveir mánaðir, nýggja stjórnin hevur sitið. Bert fyri at nevna nøkur mál, ið eru framd ella partur av fíggjarlógini:
Stakir uppihaldara fáa dupult barnaískoyti
Fleiri heilt nýggjar útbúgvingar byrja á Fróðskaparsetrinum (helst størsta broyting innan hægri útbúgving í Føroyum)
Útlendingamálið fær bráðfeingis loysn og verður tikið heim
Tilboð til lesiveik í fólkaskúlanum umframt tilboð til børn við atferðartrupulleikum
Barsilsskipanin betrað
Íløgur í millumbylgjusendara (ligið á láni í áravís)
Lóg um setanarbærv fyri tímalønt
Tiltøk til at stimbra íverksetan og útflutningsframa
Nýggj bústaðartilboð til sinnisveik
Samtykt um Marknagilsdepil
Umhvørvistiltøk
Nýggjur tilfeingispolitikkur
Nógv størri avbjóðingar fyri framman
Hetta eru tó kámar endurspeglingar av teimum ætlanum og avbjóðingum sum skulu loysast fyri føroyska samfelagið komandi árini.
Orku- og umhvørvispolitikkur; hækkandi oljuprísurin; at gera okkum leys av blokkstuðlinum; at stovna Búskapargrunn; føroysk stjórnarskipan og rættartrygd; altjóða virkisføri og handilsavtalur; nýggir vinnumøguleikar; verulig tiltøk fyri gransking og mentan; størri kommunur og útjavningarskipan; ójavnarnir minkast millum økini í landinum og millum samfelagsbólkar; og langtíðaríløguætlanir.
Tað eru tey málini, ið øll orka skal setast til, nú fyrsta uppruddingin er fingin frá hondini.
Tað hevði sømt seg, at allir flokkar fóru at taka hesar avbjóðingar fremst, heldur enn at renna undan ábyrgdini fyri egnum mistøkum.