Real Madrid skal í kvøld spæla Champions League finalu móti Liverpool á Stade de France í Fraklandi. Stóra hetjan hjá Real Madrid hevur verið 34 ára gamli Karim Benzema.
Vegurin til finaluna:
Real Madrid vann seg víðari úr bólkaspælinum við 15 stigum móti Inter Milan, Sheriff og Shakhtar Donetsk. Í 1/8 finaluni var Real Madrid á veg úr kappingini móti PSG, men við trimum málum frá Karim Benzema í seinna hálvleiki av seinna dystinum, vann Real Madrid samanlagt.
Í fjórðingsfinaluni vann Real Madrid fyrru uppgerðina móti Chelsea 3-1. Aftur skoraði Karim Benzema hattrik. Í returdystinum á Bernabeu í Madrid var Chelsea á odda 3-0 eftir 75 minuttir, men aftur vendi Real Madrid dystinum við millum annað einum máli frá Karim Benzema.
Í hálvfinaluni møtti Real Madrid favorittunum úr Manchester City, sum vunnu fyrru uppgerðina 4-3. Eitt skifti í returdystinum var Manchester City á odda 1-0, men við tveimum málum frá innskifta Rodrygo, og einum máli frá Karim Benzema í longdu leiktíðini, vendi Real Madrid enn eina ferð eini uppgerð á høvdið.
Góðar fyrireikingar
Real Madrid vann spanska meistaraheitið fyri trimum vikum síðani. Tí hevur Carlo Ancelotti, royndi italski venjarin, havt góða tíð at fyrireika liðið til dystin. Tað eru ikki meldingar um nevniverdar skaðar og trýstið á spælararnar hevur ikki verið so stórt síðani meistaraheitið kom í hús.
Venjarin hevur royndir við at spæla móti júst Liverpool í Champions League finalum. Carlo Ancelotti var venjari hjá AC Milan í bæði 2005 og 2007, tá Liverpool og AC Milan møttust. Liverpool vann í 2005, eftir at hava verið aftanfyri 3-0 í hálvleikinum, meðan AC Milan vann 2-1 í 2007.
Umframt Karim Benzema, so verður stórt álit sett á vinsta vongin Vinícius Júnior. Brasilski spælarin hevur verið sinnur í hesum kappingarárinum. Talan er eisini um ein royndan miðvøll við Toni Kroos, Casemiro og Luka Modric.
Væntað uppstilling:
Real Madrid: Courtois; Carvajal, Éder Militão, Alaba, Mendy; Kroos, Casemiro, Modrić; Valverde, Benzema, Vinícius Júnior