Upptakt: Kekkia og Souček hava nógv at liva upp til

EM 2020: Kekkia hevur ein stolta EM-søgu og tí er nakað at liva upp til

Kekkia hevur eina ferð – sum Kekkislovakia – vunnið EM. Tað var í 1972, tá teir vunnu eftir brotssparkskapping móti Vesturtýsklandi. Tað var tá, at Antonín Panenka skoraði tiltikna brotssparki, sum vit í dag kenna sum ein “Panenka”. Tað er at lyfta bóltin mitt í málið.

 

Fyri 25 árum síðani kom Kekkia í finaluna móti Týsklandi, men tapti í yvirtíðini. Kekkislovakia er tvær ferðir endað nummar trý, meðan Kekkia bleiv nummar trý í 2004. Kekkia hevur ikki líka navnframar spælarar í dag, sum tá.

 

Í dag eitur stóra hetjan Tomáš Souček. Hann hevur havt eitt gott kappingarár við West Ham, men hyggur eftir hópinum, so er talan um spælarar í fleiri av stóru landskappingunum í Evropa. Á veg til EM vann Kekkia á Onglandi, og í HM-undankappingini, sum bryjaði fyri kortum, kláraði Kekkia eisini javnleik móti Belgia.

 

Tað verður roknað sum góðkent, um Kekkia kemur víðari úr bólkinum. Ongland hevur longu fingið fyrsta sigurin í bólkinum við 1-0 sigri á Kroatia í gjár.

 

Bólkur D:

 

Skotland – Kekkia (14.00)

 

Dómari: Daniel Siebert, Týskland

 

Leikvøllur: Hampden Park, Glasgow

 

Kekkia (4-2-3-1): Vaclik - Coufal, Kalas, Celutska, Boril - Kral, Soucek - Masopust, Darida, Jantko – Schick

 

Hópurin hjá Kekkia:

 

Málverjar:

 

Tomáš Vaclík, Sevilla

 

Jiří Pavlenka, Werder Bremen

 

Aleš Mandous, Olomouc

 

 

 

Verjuspælarar:

 

Vladimír Coufal, West Ham

 

Pavel Kadeřábek, Hoffenheim

 

Ondřej Čelůstka, Sparta Praha

 

Tomáš Kalas, Bristol City

 

David Zima, Slavia Praha

 

Jan Bořil, Slavia Praha

 

Aleš Matějů, Brescia

 

Jakub Brabec, Viktoria Plzeň

 

 

 

Miðvallarar:

 

Lukáš Masopust, Slavia Praha

 

Vladimír Darida, Hertha Berlin

 

Tomáš Souček, West Ham

 

Antonín Barák, Verona

 

Alex Král, Spartak Moskva

 

Tomáš Holeš, Slavia Praha

 

Petr Ševčík, Slavia Praha

 

Jakub Jankto, Sampdoria

 

Adam Hložek, Sparta Praha

 

Jakub Pešek, Liberec

 

Michal Sadílek, Liberec

 

 

 

Áleyparar:

 

Patrik Schick, Leverkusen

 

Michael Krmenčík, PAOK

 

Matěj Vydra, Burnley

 

Tomáš Pekhart, Legia