Upptakt: Lewandowski er uttan makkaran

EM 2020: Robert Lewandowski skal skjóta Pólland víðari, men hann er uttan makkaran í álopinum

Tað verður mangan sagt, at Batman má hava sín Robin. Hjá Póllandi er Robert Lewandowski Batman, meðan Arkadiusz Milik úr italska Napoli er Robin. Tíverri fyri Pólland er Arkadiusz Milik so mikið skaddur, at hann ikki verður tøkur til EM.

 

Tí liggur nógv á Piotr Zielinski, sum somuleiðis spælir í Napoli, at verða ein skapandi spælari. Vit eru von við at síggja Robert Lewandowski skjóta nógv mál fyri Bayern Munchen, men fyri Pólland er ein vandi, at hann kemur at standa longri vekk frá málinum.

 

Paulo Sousa tók við eftir Jerzy Brzeczek, ið bleiv ákærdur fyri ov vánaliga fótbóltsspæl. Hann er ein venjari, sum krevur nógv av sínum spælarum taktiskt. Hann er í løtuni settur í samband við Tottenham.

 

Í HM-undankappingini hevur Pólland spælt javnt móti Ungarn. tapt móti Onglandi og vunnið ein tepran sigur á Andorra. Í 2016 eydnaðist Póllandi at koma víðari úr bólkaspælinum, men annars hevur endastatiónin verið júst bólkaspælið í 2008 og 2012.

 

Tað eru ikki tær stóru vónirnar til Pólland, men teir eru favorittar at vinna á Slovakia. Tað kann verða nokk til at koma víðari úr bólkaspælinum.

 

Bólkur E:

 

Pólland – Slovakia (17.00)

 

Dómari: Ovidiu Haţegan, Rumenia

 

Leikvøllur: Krestovsky, Santa Pætursborg í Russlandi

 

Pólland (3-4-1-2): Sczesny - Kedziora, Bednarek, Glik - Bereszynski, Moder, Krychowiak, Rybus - Zielinski - Lewandowski, Swierczok

 

Hópurin hjá Póllandi:

 

Málverjar:

 

Lukasz Fabianski, West Ham

 

Wojciech Szczesny, Juventus

 

Lukasz Skorupski, Bologna

 

 

 

Verjuspælarar:

 

Jan Bednarek, Southampton

 

Bartosz Bereszynski, Sampdoria

 

Pawel Dawidowicz, Heerenveen

 

Kamil Glik, Benevento

 

Michal Helik, Barnsley

 

Tomasz Kedziora, Dynamo Kiev

 

Kamil Piatkowski, Rakow Czestochowa

 

Tymoteusz Puchacz, Lech Poznan

 

Maciej Rybus, Lokomotiv Moskva

 

 

 

Miðvallarar:

 

Przemyslaw Frankowski, Chicago Fire

 

Kamil Jozwiak, Derby

 

Mateusz Klich, Leeds United

 

Kacper Kozlowski, Pogon Szczecin

 

Grezegorz Krychowiak, Lokomotiv Moskva

 

Karol Linetty, Torino

 

Jakub Moder, Brighton

 

Prezemyslaw Placheta, Norwich

 

Piotr Zielinski, Napoli

 

 

 

Áleyparar:

 

Robert Lewandowski, Bayern München

 

Dawid Kownacki, Fortuna Düsseldorf

 

Arkadiusz Milik, Marseille

 

Karol Swiderski, Hertha Berlin

 

Jakub Swierczok, Piast Gilwice

 

 

 

Eykaspælarar:

 

Radosław Majecki ,Monaco

 

Rafał Augustyniak, Ural Ekaterinburg

 

Kamil Grosicki, West Brom

 

Robert Gumny, Augsburg

 

Sebastian Szymański Dinamo Moskva