Í kvøld spæla Manchester United og Liverpool seinna dystin í Europa League 1/8 finaluni. Liverpool vann fyrra dystin 2-0, men tað hevur ikki tikið mótið frá Manchester United.
Les eisini:Hesir trúgva upp á Manchester United
Leivur Frederiksen, André Olsen og Jákup Ósá eru á einum máli um, at Liverpool kemur víðari samanlagt í Europa League í kvøld. Vit hava spurt teir tríggjar spurningar undan dystinum í kvøld.
Les eisini:Leivur tippaði so snóra beint
Leivur Frederiksen, Kringvarpið
Louis van Gaal og Ander Herrera trúgva upp á, at Manchester United kann vinna samanlagt. Tóm orð, ella ber tað til?
Eg havi ótrúliga ringt við at síggja tað fara at henda. Liverpool hevur allar offensivu kreftirnar klárar í kvøld, og eg vænti í øllum førum eitt Liverpool-mál. Hendir tað, so má Manchester United skora fýra mál.
Manchester United skorar ikki nógv mál í ár. Teir hava skorað 19 á Old Trafford í 14 Premier League dystum, tað er 1,35 mál fyri hvønn dyst. Hagtøl avgera ikki dystir, men tað sigur ikki so lítið. Liverpool hevur staðið seg betri á útivølli í Premier League í ár, enn teir hava gjørt á heimavølli. Fyri at svara spurninginum. Tað ber til, men tað fer at vísa seg at blíva tóm orð.
Hvat væntar tú av dystinum í kvøld? Hvat tippar tú?
Bæði liðini skora. Dysturin endar 1-1. Antin Daniel Sturridge ella Coutinho fyri Liverpool.
André Olsen, Miðlahúsið
Louis van Gaal og Ander Herrera trúgva upp á, at Manchester United kann vinna samanlagt. Tóm orð, ella ber tað til?
Sjálvandi ber tað til hjá Manchester United at vinna dystin samanlagt, men tað verður trupult. Avrikið skal betrast nógv prosent frá seinastu viku.
So eg eri bangin fyri at talan bert er um tóm orð. Men sjálvandi skulu Ander Herrera og Louis Van Gaal úttala seg uppá handan mátan.
Hvat væntar tú av dystinum?
Í mun til dystin í seinastu viku, vænti eg akkurát tað mótsatta sum eg væntaði í seinastu viku. Hesa ferðina vænti eg at eitt ekstremt álopssinnað Manchester United lið kemur á vøllin á heimavølli, og leggur eitt tungt trýst á Liverpool.
Eg haldi tó at Liverpool hevur betri leikarar enn Manchester United at spæla uppá umstillingar. Coutinho, Firmino, Sturridge o.s.v krevja ikki nógv pláss fyri at blíva vandamiklir. So dysturin í kvøld kemur at vera nógv meira undirhaldandi enn tann í seinastu viku, tá talan var um einvegis ferðslu.
Hvat tippar tú?
Hóast mítt United hjarta vónar at Manchester United spælir seg víðari, vænti eg at Liverpool kemur víðari í kvøld. Vænti at Manchester United kemur á odda 1-0, men at Liverpool megnar at javna til 1-1, sum eisini verður endaliga úrslitið. Anthony Martial og Philippe Coutinho vera málskjúttar.
Jákup Ósá, Norðlýsið
Louis van Gaal og Ander Herrera trúgva upp á, at Manchester United kann vinna samanlagt. Tóm orð, ella ber tað til?
Tað ber væl til. Eg setti meg at hyggja eftir, hvussu Manchester United hevur staðið seg í Europa kappingum seinastu árini á heimavølli, og har skulu vit faktisk langt aftur fyri at finna eitt tap. Hvørki David Moyes ella Louis van Gaal hava tapt nakran dyst í Europa kappingum á heimavølli, og tí var Real Madrid seinasta liðið, sum vann á Old Trafford afturi í 2013.
Manchester United hevur eisini fleiri ferðir vunnið við fleiri málum á heimavølli seinastu árini, so munurin heima og úti er rættuliga stórur. Síðani spælir tað nógv inn, hvørja útgávu av Liverpool vit síggja í kvøld, tí meðan toppstøðið er sera høgt, so er botnstøðið eisini sera lágt. Liverpool hevur ikki Gerrard, Carragher og Suarez ella Torres at fara í kríggj við hesaferð á Old Trafford og leikluturin hjá slíkum einstaklingum skal ikki undirmetast, tá nógv stendur á.
Danny Murphy plagdi árini 2000-2004 at avgera dystirnar og síðani vóru tað framúr einmansavrik frá antin Gerrard, Torres ella Suarez, sum syrgdu fyri sigrum á Old Trafford. Uttan hesar úrmælingar hevur Liverpool ikki vunnið á Old Trafford í nýggjari tíð, og hesir eru ikki við longur. So ja, tað ber væl til at Manchester United viðhaldsfólk fara at flenna síðst og best í hesi uppgerðini.
Hvat væntar tú av dystinum í kvøld?
2-0 leiðslan kann vera vandamikil, tí skalt tú leypa á ella skalt tú fyrst og fremst hugsa um verjupartin? Úrslitið kann tá blíva okkurt ímillum har. Eg dugi ikki at síggja, at Liverpool dugur at verja eina leiðsla frá fyrra dystinum, so vónandi fer Liverpool at leggja nógv fyri í álopspartinum at fáa minst eitt útivallarmál, sum eg vænti, at Klopp leggur upp til. Klárar Liverpool at halda fokus uppá hendan dystin og umganga at koma afturum tíðliga í dystinum, so skal vera løgið, um onkur av Sturridge, Coutinho ella Firmino ikki klárar at skora eitt mál.
So leingi sum Liverpool ikki skorar, so livir dysturin, tí tá heimaliðið fær fyrsta málið, so kemur ein stór trúgv uppá, at tað ber til við heimaáskoðarafjøldini í rygginum, og tá kann panikkur koma í Liverpool. So er skjótt at fáa mál nummar tvey. Tað merkir, at er støðan 0-0 áðrenn seinastu minuttirnar, so er framvegis einki avgjørt.
Eg vænti, at Manchester United fer at koma út og royna at leggja Liverpool undir eitt stórt trýst frá byrjan av. Liverpool finnur seg sjálvt ikki fyrr enn støðan verður 2-0. Síðani skal ein eisini vóna, at tann sum bleiv valdur til vánaligasta dómara í HM endaspælinum í 2014, Milorad Mazic, ikki fer at fáa ein avgerandi leiklut, sum hann ofta hevur havt fyrr.
Hvat tippar tú?
Manchester United trýstið fyrstu løtuna heldur fram til teir eru komnir á odda 2-0, við málum frá Rashford og Martial. Tá taka teir í hondbremsuna, og tað fer Liverpool at gagnnýta. Samba spæl millum Firmino og Coutinho gevur avgerandi 2-1 málið, og hetta verður endaliga úrslitið.