Upptakt: Slovakia er betri enn tú heldur

EM 2020: Tað er lætt at hugsa, at Slovakia er veik móttøða, men so er ikki

Slovakia er við til EM-endaspælið fyri aðru ferð upp í slag. Søgan er glæsilig sum Kekkislovakia, men Slovakia hevur ítróttarliga staðið í skugganum av Kekkia, eftir at londini fóru í tvey í 1993.

 

Slovakia hevur tó víst seg sum eitt landslið, sum er torført at vinna á. Styrkin er ein góð verja og gott samanhald, blandað við nøkrum góðum spælarum. Ein teirra er miðverjin úr Inter Milan,  Milan Škriniar. Hann spælir á høgum stigi og er lyklaspælarin í verjuni.

 

Longur frammi á vøllinum er navnframasti spælarin hjá Slovakia. 33 ára gamli Marek Hamšík spældi í fleiri á við italska Napoli, men hann hevur sæð sínar bestu dagar.  Hann hevur seinastu mánaðirnar spælt við IFK Göteborg.

 

Slovakia kom í 2016 víðari úr bólkaspælinum. Í 2016 hevur liðið spælt fýra javnleikir, og vunnið á Russlandi. Men tað eru eisini tekin um, at Slovakia ikki er av sterkastu tjóðum, tí liðið hevur millum annað ikki megnað at vunnið á Kýpros og Malta.

 

Niðurstøðan hjá teimum flestu er, at Slovakia kann standa ímóti. Spurningurin er um teir klára at venda einum dysti til eitt endaspæl, um mótstøðuliðið kemur á odda. Tað er ein stórur sigur, um Slovakia kemur víðari úr bólkaspælinum.

 

Bólkur D:

 

Skotland – Kekkia (14.00)

 

Dómari: Daniel Siebert, Týskland

 

Leikvøllur: Hampden Park, Glasgow

 

Slovakia (4-5-1): Kuciak - Pekarik, Skriniar, Satka, Hubocan - Koscelnik, Kucka, Duda, Hamsik, Mak – Schranz

 

Hópurin hjá Slovakia:

 

Málverjar:

 

Martin Dúbravka, Newcastle

 

Marek Rodák, Fulham

 

Dušan Kuciak, Lechia Gdańsk

 

 

 

Verjuspælarar:

 

Peter Pekarík, Hertha Berlin

 

Ľubomír Šatka, Lech Poznań

 

Denis Vavro, Huesca

 

Milan Škriniar, Inter Milan

 

Tomáš Hubočan, Omonoia

 

Jakub Holúbek, Gliwice

 

 

 

Miðvallarar:

 

Marek Hamšík, IFK Göteborg

 

Stanislav Lobotka, Napoli

 

Patrik Hrošovský, Genk

 

Juraj Kucka, Parma

 

Ondrej Duda, Köln

 

Róbert Mak, Ferencváros

 

Vladimír Weiss, Slovan Bratislava

 

László Bénes, Augsburg

 

Lukáš Haraslín, Sassuolo

 

Tomáš Suslov, Groningen

 

Matúš Bero, Arnhem

 

Erik Jirka, Mirandés

 

 

 

Áleyparar:

 

Michal Ďuriš, Omonoia

 

Róbert Boženík, Feyenoord

 

Dávid Strelec, Slovan Bratislava