Upptakt: Turkaland er í framgongd

EM 2020: Turkaland er í framgongd undan EM-endaspælinum. Spurningurin er hvussu langt tað røkkur

Í morgin klokkan 20 verður fyrsta bríkslið í EM 2020-endaspælinum, sum also verður spælt í 2021 orsaka av koronufarsóttini. Setanardysturin verður millum Turkaland og Italia. Tvey lond, sum eru í framgongd í løtuni.

 

Turkaland hevur ikki so drúgva søgu í EM-endaspølunum, men teir hava í HM-undankappingini í ár vunnið á bæði Hollandi og Norra. Turkaland byrjaði HM-undankappingina við at vinna 4-2 á Hollandi og síðani 3-0 á Norra.

 

Tí skuldi Lettland verið ein lættur sigur, men onkursvegna endaði tað við 3-3 javnleiki, eftir at hava verið á odda bæði 2-0 og 3-1. Turkaland hevur bara tapt tríggjar av teimum 26 dystunum, har Senol Günes hevur verið landsliðsvenjari.

 

Stóra stjørnan er 35 ára gamli áleyparin, Burask Yilmaz. Hann er í ár blivin franskur meistari við Lille og hevur skorað fimm mál í teimum seinastu fýra landsdystunum. Turkaland hevur eisini spælarar sum Caglar Söyüncü (Leicester City) og Hakan Calhanoglu (AC Milan).

 

Tað er eru ymiskar meiningar um møguleikarnar hjá Turkalandi, men eru møguleikar fyri at koma longri enn bólkaspælið. Turkaland er í bólki saman við Italia, Sveis og Wales.

 

Turkaland – Italia (fríggjakvøldið klokkan 20)

 

Leikvøllur: Stadio Olimpico, Rom

 

Møgulig uppstilling (4-2-3-1): Cakir – Celik, Söyüncü, Ayhan, Meras – Yokuslu, Tufan – Karaman, Yazici, Calhanoglu – Yilmaz

 

Hópurin hjá Turkalandi:

 

Málverjar:

 

Mert Günok, İstanbul Başakşehir

 

Uğurcan Çakır, Trabzonspor

 

Altay Bayındır, Fenerbahçe

 

 

 

Verjuspælarar:

 

Zeki Çelik (LOSC Lille),

 

Çağlar Söyüncü, Leicester

 

Kaan Ayhan, Sassuolo

 

Merih Demiral, Juventus

 

Mert Müldür, Sassuolo

 

Ozan Kabak, Liverpool

 

Rıdvan Yılmaz, Beşiktaş

 

Umut Meraş, Le Havre

 

 

 

Miðvallarar:

 

Yusuf Yazıcı, LOSC Lille

 

Dorukhan Toköz, Beşiktaş

 

İrfan Can Kahveci, Fenerbahçe

 

Okay Yokuşlu, West Brom

 

Orkun Kökçü, Feyenoord

 

Ozan Tufan, Fenerbahçe

 

Taylan Antalyalı, Galatasaray

 

Hakan Çalhanoğlu, AC Milan

 

 

 

Áleyparar:

 

Burak Yılmaz, LOSC Lille

 

Cengiz Ünder, Leicester

 

Enes Ünal, Getafe

 

Abdülkadir Ömür, Trabzonspor

 

Kerem Aktürkoğlu, Galatasaray

 

Halil İbrahim Dervişoğlu, Brentford

 

Kenan Karaman, Fortuna Düsseldorf