Tað vísir seg, at tað er eingin sum helst vilji frá hasum fólkunum at koma víðari við hesi trætuni. Sum limur sakni eg fyrrverandi formann Starvsmannafelagsins Jákup Danielsen. Hann hevði hóast hann eisini kundi verða treiskur, nógv betri evni at stýra felagnum, enn hasir jassarnir sum nú mynda nevndina og felagið.
Minnist meg rætt tók Jákup við í ringastu krepputíðini í Føroya søgu í nýggjari tíð og kundi hóast alt leiða felagið gjøgnum brotasjógvar, sum núverandi nevndin í góðum tíðum hevur torført við. Bæði í samráðingunum í 1995 og í 1997 kundi hann savna tey fakfeløgini í felagssamráðingar, meðan tað ú tykist at verða lítil vilji til slíkt samstarv.
Handan nevndin hevur spælt fallit og tí er einki annað enn at skifta hana út og vita um tit kunnu fáa fyrrverandi formannin inn aftur í hitan, tí tað hevði eg følt meg tryggari við.
Hetta er í hvussu so er ein ótrygg støða felagið er komið í.
J. Joensen, Tórshavn