Upsafiskiskapurin er vánaligur

Í løtuni liggja allir teir smáu trolbátarnir við bryggju, men væntandi fer onkur út aftur, tá veðrið batnar.

Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap. Skipini fiska upsa og fáa eisini nakað av hjáveiði.

 

- Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur, men fiskiskapurin er vánaligur.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at eitt partrolarapar fiskar makrel.

 

Í dag er bara ein djúpvatnstrolari til fiskiskap. Teir fiska svartkalva og koma helst inn at landa fyrst í næstu viku.

 

Í løtuni liggja allir teir smáu trolbátarnir við bryggju, men væntandi fer onkur út aftur, tá veðrið batnar.

 

Eitt garnaskip fiskar svartkalva, men teir hava smáligan fiskiskap.

 

Tvey garnaskip fiska havtasku.

 

- Skipini, sum fiska havtasku, hava brúkiligan fiskiskap og landa væntandi miðskeiðis í næstu viku, verður lagt aftrat.