Upsafiskiskapurin framvegis smáligur

Líkt er ikki til, at tað hevur gjørt nakran serligan mun, at nøkur øki, sum hava verið stongd fyri troli í fleiri ár, nú eru latin uppaftur.

Upsafiskiskapurin er eftir øllum at døma lítið broyttur, síðan nøkur øki, sum hava verið friðað fyri trolveiði í fleiri ár, nú eru latin uppaftur.

 

Tí, á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at upsafiskiskapurin hjá partrolarum framvegis er smáligur.

 

Treytin fyri at sleppa at fiska í økjunum, sum nú eru latin uppaftur, er, at skipini hava rist í trolinum, soleiðis at smái fiskurin fer livandi útaftur.

 

Men, nú er ristin ikki bara kravd í nevndu økjum. Hon er nevniliga kravd í øllum upsafiskiskapi hjá partrolarum - og ikki bert í  áður stongdum økjum.

 

Hetta skuldi - alt annað líka - havt við sær, at upsin, sum nú verður landaður, er størri enn frammanundan.

 

Onkur trolaraskipari hevur róð framundir, síðan kravið um rist gjørdist veruleiki, at skipini nú fáa ov lítið av smáum upsa, sum kortini stendur minstamát.

 

Um útlitini fyri næstu viku annars, verður sagt, at bara ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap í løtuni. Teir fiska kongafisk og landa væntandi miðskeiðis í næstu viku.

 

Í dag liggja allir teir smáu trolbátarnir við bryggju, men møguliga fer onkur í vikuni sum kemur.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, men skipini hava vánaligan fiskiskap. Annað skipið landar mánadagin, og hitt landar hósdagin. 

 

- Eitt garnaskip fiskar havtasku. Fiskiskapurin er brúkiligur, og væntandi kemur skipið inn at landa miðskeiðis í vikuni, verður lagt aftrat.