- Flestu partrolarapør eru til fiskiskap. Øll fiska upsa, men fiskiskapurin er smáligur. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at partrolararnir fáa nakað av toski, blálongu, longu og kongafiski sum hjáveiði.
- Tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap eftir upsa. Teir eru nýliga byrjaðir túr. Ein djúpvatnstrolari fiskar stinglaks og blálongu. Restin av djúpvatnstrolarunum liggja við bryggju.
Tveir trolbátar eru til fiskiskap. Teir fáa mest av toski og hýsu, og væntandi koma teir inn at landa fyrst í vikuni sum kemur. Hinir trolbátarnir liggja við bryggju.
- Tvey garnaskip fiska svartkalva, og helst landar annað skipið - og møguliga bæði - síðst í vikuni sum kemur. Eitt triðja garnaskip fiskar havtasku, men ivasamt er, um skipið kemur inn at landa í næstu viku.