Upsaveiðan kundi verið betri

Hetta skuldi verið góð fiskitíð eftir upsa hjá partrolarunum, men veiðan roynist ikki, sum hon onkuntíð hevur gjørt.

 

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, og onkur pør koma inn at land í næstu viku.

 

- Øll skipini fiska upsa. Tey fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga toski, longu, hvítingi og hýsu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at fiskiskapurin hjá partrolarunum kundi verið betri.

 

Vit kunnu skoyta uppí, at hetta skuldi verið góð fiskitíð hjá partrolarunum eftir upsa.

 

- Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiði. Teir eru júst byrjaðir túr. Ein frystitrolari er eisini á svartkalvaveiði.

 

Um gongdina hjá teimum smáu trolbátunum verður sagt, at bara ein av hesum er til fiskiskap í løtuni.

 

- Teir fáa mest av toski, hýsu og so nakað av flatfiski. Møguliga loysir onkur trolbátur um vikuskiftið.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku. 

 

- Øll fýra garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, og tey koma øll inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.

 

##med2##

 


 

 

Skipini á garnaveiði hava sum heild brúkiligan fiskiskap, bæði eftir svartkalva (mynd) og havtasku.