Upsi etur ársgamlan makrel

Tá Magnus Heinason gjørdi yvirlitstrolingar í vár, vísti tað seg, at ársgamal makrelur var vanligur í maganum á upsa. Undir regluligu yvirlitstrolingunum í vár, har havrannsóknarskipið, Magnus Heinason, tekur tilsamans 100 trolstøðir, vísti tað seg, at nakað varð fingið av ársgomlum makreli, sum stavar frá gýtingini í fjør.

- Tað áhugaverda við hesum makreli er, at hann var vanligur í magunum á upsa, sigur Havstovan.

Kjakast hevur verið um, hvørjum makrelur livir av, meðan hann er í føroyskum sjógvi, og tað eru tey, sum hava hildið, at makrelur er í harðari kapping við okkara traditionellu fiskasløg um føðina.

Í ár er ætlanin at gera neyvari kanningar av, hvørjum makrelur livur av.

Nú hevur Havstovan við sínum yvirlitstrolingum staðfest, at upsi eisini etur makrel, og í hesum førinum var talan um ársgamlan makrel, sum stavar frá gýtingini í fjør.

Havstovan hevur við sínum kanningum í vár eisini staðfest, at heilt væl er til av fiskaslagnum lýra í føroyskum sjógvi - og at tað nógva av fiskinum var væl áleiðis til at gýta.

- Sæð burtur frá hendinga fiskum, er hetta ikki hent áður. Lýri er nær skildur við upsa og líkist honum nógv, men er ljósari á liti, sigur Havstovan.