Landingar
Gulllaksaveiðan var sera góð í longu vertíðini í fjør summar, og einki er, sum bendir á, at veiðan verður minni í vertíðini, sum byrjaði uppaftur fyrr í ár enn í fjør.
Tað tók sína tíð, áðrenn Eysturbúgvin og Vesturbúgvin vóru klárir at loysa í vertíðini í fjør, og uppundir vertíðina í ár skiftu Vestmenningur og Fram motor.
Samanumtikið komu tey seks skipini, sum vanliga eru á gulllaksaveiði í summarhálvuni, fyrr í gongd í ár og við teirri veiði, sum verið hevur síðan vertíðin byrjaði, er væntandi, at gulllaksaárið í ár ikki fer at roynast minni væl hjá skipunum, enn tað royndist í fjør.
Tey seks skipini, sum eru á gulllaksaveiði, eru Vestmenningur og Fram, Eysturbúgvin og Vesturbúgvin og leirvíkstrolararnir, Stjørnan og Polarhav.
Sum skilst, hava Vestmenningur og Fram havt onkra góða sølu í Skotlandi, og ætlanin er, sum vit eisini hava skilt, at skipini skulu landa í Skotlandi nakrar túrar í slag, áðrenn tey leggja veiðina uppaftur í Føroyum.
Stórar lastir
Í gjár landaðu Eysturbúgvin og Vesturbúgvin stívliga 500.000 pund av gulllaksi í Saltangará, og bæði 1. juni og 5. juni vóru Polarhav og Stjørnan eisini fullfermdir í Saltangará. Hesar báðar túrarnar høvdu leirvíkstrolararnir væl meira en 500.000 pund hvønn túrin.
Hetta má sigast at vera sera góð veiða hjá gulllaksaskipunum.
Nú svartkjaftakvotan er so lítil, og veiðan eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi soleiðis eisini hevur verið avmarkað í hesum árinum, halda menn, at hetta hevur verið viðvirkandi til, at fiskiskapurin eftir gulllaksi hevur verið uppaftur betri.
Tað er altíð trupult at tosa um hjáveiði hjá pelagisku skipunum, tí her gerst tú sjáldan klókari, um tú spyrt, men Sosialurin hevur skilt á monnum, at viðhvørt er stór íblanding av gulllaksi uppi í svartkjaftaveiðini.
Góð upsaveiða
Men tað er ikki bara gulllaksaveiðan sum er góð í løtuni. Upsaveiðan roynist framvegis holl og altavgerandi hjá partrolarunum.
Heykur og Falkur landa í Saltangará í dag, og á landingarmiðstøðini hjá Beta siga tey, at veiðan hjá teimum hendan túrin liggur um 360.000 pund. Sum skilst, liggur miðalprísurin á upsa í løtuni um slakar 5 krónur fyri kilo – alt eftir støddini á fiskinum.
Á Beta vænta tey Jaspis og Ametyst um fáar dagar, helst seinni í hesi vikuni. Í løtuni eru teir hálvfullir.
Stelkur og Bakur eru úti, og í gjár loystu eisini Rókur og Lerkur, sum hava ligið í umleið eina viku vegna ymiskar ábøtur.
Línuskipið Váðasteinur hevur eisini landað í Saltangará hesa vikuna. Teir høvdu stívliga 50.000 pund. Meginparturin av veiðini var longa og brosma. Teir fingu í miðal einar 4,80 krónur fyri kilo av brosmu og umleið 7,80 fyri kilo av longu.