Upsi og hýsa á Eiði

Fiskivinna

Síðan tey fóru aftur til arbeiðis á Norðís Seafood, mikudagin 21. august, hevur arbeiði á virkinum verið støðugt. Eins og flestu onnur virkir norðanfyri Suðuroyarfjørð, var virkið á Eiði stongt í tríggjar vikur í summar, meðan fólkið helt summarfrí.
Virkið keypir meginpartin av ráfiskinum á uppboðssølu og fiskasløgini, tey arbeiða í løtuni, eru í fyrsta lagi upsi og hýsa.