Fyrr í mánaðinum kom ein maður inn á Havstovuna við einum merktum upsa. Tað vísti, at hetta var ein stórur fiskur, ið hevði eitt sokallað Floy-merki, ið er eitt útvortis ryggmerki.
Hesin upsin bleiv merktur á Suðureysturlandinum í Íslandi tann 14. juli 2003 og var tá 63 cm langur. Hann varð afturfingin 6. februar 2012 á Fugloyarbankanum og var tá 109 cm langur.
- Merkið og nytrur saman við øðrum upplýsingum verða send Hafrannsoknastofnuninn í Reykjavík, vísir Havstovan á.
Upsin er ivaleyst komin higar at gýta í Holinum á Fugloyarbanka, nú upsagýtingin byrjar, og tað er tí væl hugsandi, at hann sjálvur er gýttur undir Føroyum eisini. Síðan er hann, sum stórseiður ella smáupsi, farin til stroks vestureftir, so sum upsi oftani hevur fyri.
Hann bar merkið í 9 ár, og ein 63 cm langur upsi er vanliga 5 ára gamal, so hesin hevur trúliga verið eini 14 ára gamal, nú hann varð veiddur.
- Hesum finna tó íslendingar ivaleyst út av einaferð seinni, verður sagt.